Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Danskir Fólkatingslimir á kunningarferð í Klaksvík


Skrivað hevur Oliver Joensen 11.09.2017 - 18:00

Lýsing Lýs her...

 Í dag hava danskir Fólkatingslimir vitjað í Klaksvík. Norðlýsið var við, tá Alex Sólstein og Edward Fuglø greiddu teimum frá, ávikavist Christianskirkjuni og harvið altartalvuni og so listaverkjunum hjá Edwardi í kirkjukjallaranum.

Eisini vóru vit við, tá tey vitjaðu á Looknorth, har teir báðir Árni Skaale og Ragnar O. Sundstein greiddu teimum frá framkomna virkinum, sum hevur mangt og hvat á vøruskránni tey framleiða.

Donsku tingmenninir vóru eisini á vitjan í Býráðnum og í Heiminum við Vágna. 

Frá Looknorth fóru tey á Sjómansheimið at hvíla seg eftir langa dagin og skuldu so á Gamla Seglhúsið í kvøld til eina betri máltíð. Í morgin gongur leiðin so til Runavíkar.

Lýsing Lýs her...