Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Eiga vit at byggja land við donskum byggikubbum?


Skrivað hevur Jørgin Niclasen 18.05.2017 - 07:14

Lýsing Lýs her...
§52a fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuviðvíkjandi Bústøðum, sum vilja byggja land við donskum byggikubbum (Byggiverkætlan við 36 íbúðum í Mattalág í Tórshavn).

1. Hevur landstýriskvinnan góðkent, at Bústaðir ikki bjóðar út til føroyskar hondverkarafyritøkur, men í síni íbúðarbygging ger undirhondsavtalu við danska byggikubba-fyritøku.

2. Hevur danska fyritøkan, sum skal levera byggikubbar til Mattalág, fyrr bygt bygningar til Føroya? Og um so er, hvussu hevur kvaliteturin roynst til føroyska veðurlagið?

3. Hvussu nógvar skattakrónur missa føroysku lands- og kommunukassarnir við at hondverkararskatturin fer í danskar kassar ístaðin?

4. Er útboðspolitikkurin hjá landinum galdandi fyri externa grunnin, Bústaðir?

5. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at tryggja, at Bústaðir eisini fylgir almennum útboðsreglum?

6. Hevur ella fer Kappingarráðið at kanna útboðsháttin hjá Bústøðum?

Viðmerkingar:

Landsstýrið hevur givið Húsalánsgrunninum heimild at taka lán upp á 250 milliónir krónir. Peningurin skal brúkast at byggja fyri og við at tað liggur í hesum externa grunni, kemur tað ikki at síggjast á fíggjarlógini. Nú er komi fram, at hetta heldur ikki skal síggjast aftur millum føroyskar arbeiðshendur, tí Bústaðir vil ikki so frætt sum biðja føroyskar handverkarafyritøkur um tilboð, men er farið beinleiðis til danska fyritøkur, sum ger byggikubbar. Talan er um stóra byggiætlan, har 36 íbúðir skulu byggjast í Mattalág í Havn.

Grundgevingarnar fyri at vraka føroysku hondverkarnar tykast sum fordómar. Samb. KVF eru grundgevingarnar hjá Bústøðum at“Tað loysir seg ikki at lata føroyskar hendur smíða bústaðir í Havnini. Føroyskar byggifyritøkur hava torført við at halda tíðarætlanir”.

“Kunnu ikki avmarka okkum til at brúka føroyskar byggifyritøkur, tað er rættiliga dýrt at byggja í Føroyum,”sigur stjórin í Bústøðum við KVF.

Hetta uppáhaldið velur almenna Bústaðir at brúka sum undanførsla, fyri at koyra allir føroyskar hondverkarafyritøkur í sama posa. Eingin føroysk fyritøka sleppur at bjóða, eingin føroyskur handverkari sleppur til verka, men Bústaðir letur alt arbeiði undirhonds til handverkarar á Himmerlandsvej í Løgstor, har teir gera byggikubbar. Hetta merkir at skattainntøkurnar fara í danska stats- og kommunukassar. Føroyski skattgjaldarin er bundin fyri, at útvega Bústøðum 250 milliónir krónir í láni. Spurt verður tí, hvussu stóra skattainntøku land- og kommunukassar í Føroyum missa við hesi avgerð?

Føroysku byggifyritøkurnar eru fjølbroyttar og eisini eru fyritøkur, sum hava bygt byggikubbar, men Bústaðir hevur valt, at eingin føroyingur sleppur so frætt sum at bjóða. Svarið upp á alt er nú byggikubbar úr Danmark.

Føroyska veðurlagið er serligt og eru tað bert føroyingar, sum eru serfrøðingar at byggja til veðurlagið. Í 80-unum var nógv byggjarí og tá komu nógvir byggikubbar úr td. Danmark. Í jólaódnunum í 1988/89 komu stórir skaðar á serliga hesi hús, tí bygt var ikki til verðurlagið. Tí kann spyrjast um vit eru á veg aftur í 80-ini?

Umframt ódnir, er vatn og fuktur ein serlig avbjóðing í Føroyum. Tað eru mong dømi um útlendska bygging í Føroyum, har trupuleiki er av fukti.

Ofta hevur verið at hoyrt, serliga frá Tjóðveldi, at vit vilja byggja land. Nú sær út til at vit skulu byggja land við donskum byggikubbum.

Hóast útboðspolitikkur hjá tí almenna krevur, at fyritøkur sleppa at bjóða, sær út til, at hetta ikki er galdandi fyri almenna grunnin, Bústaðir.

Á Løgtingi 17. Mai 2017
Jørgen Niclasen, tingmaðu​r
Lýsing Lýs her...