Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Ein heilsan til Vestur, Norður og suðurbúgvar nú heimastýri vil umfordeila á til miðjuna


Skrivað hevur John William Joensen 11.11.2017 - 12:03

Lýsing Lýs her...

Meðan heimastýri byggir glæstriborgir í Havn til eitt nú at savna allan aldurdóm, sjúklingar og ungdóm í høvuðsstaðnum, er vinnan primusmotor fyri allari framdrift í norður, vestur og suðurøkinum. Samstundis sum løgtingið dregur alt til Havar, krevur sama heimastýri, at fólk sum búgva í norðurøkinum og Vesturøkinum sjálv skulu rinda størsta partin av íløgunum í undirstøðukervið í hesum økjum. Sambært Hagstovu Føroya veksur fólkatalið í miðstaðarøkinum í takt við inntøkurnar hjá almennu Føroyum, meðan fólkatalið í eitt nú Norðoya Sýslu fylgir avreiðingar- og útflutningsviðrinum hjá vinnuni.

Vit hava kaga í Hagtalsgrunnin hjá Hagstovu Føroya og funnið grafar sum verða krógvaðir sum mannsmorð í høvuðsstaðnum og ei heldur verða tiknir uppá tungu í almennu og privatu høvuðsstarpressuni. Búskaparráði hevur onkuntíð havt líknandi tøl og tilráðingar um útjavning við í árligu frágreiðingunum. Men av eini ella aðrari orsøk er ráðið eisini givið at tosað um komunala útjavning.

Tølini vísa gongdina í almennu inntøkunum hjá Landskassanum og stovunum undir Heimastýrinum, síðan 1998. Við at samanbera inntøkurnar hjá Heimastýrinum, við fólkatalið í Streymoyar Sýslu, sæst at hesi fylgjast sera tætt. Men inntøkurnar hjá Heimastýrinum og fólkatalið í Norðoyar Sýslu, fylgjast als ikki. At inntøkurnar hjá heimastýrinum eru vaksnar støðugt síðan fyrs í 90 unum sæst ikki aftur í fólkatalinum í øðrum økjum enn miðøkinum.

Hinvegin líkist gongdin í fólkatalinum í Norðoyggjum sera væl avreiðingar viðrinum og útflutningsvirðinum hjá føroysku fiska og alivinnuni.

Serliga líkist gongdin í fólkatalinum nógv gongdini av eitt nú landingarvirðinum av feskfiski.

Norðoyggjar hava altíð verði sera tætt knýttar at vinnuni og nú politiska skipanin arbeiðir við at taka meira inn til landskassan frá vinnuni, er eingin ivi um at hetta fer at ávirka og skeikla bústaðarmynstrið í landinum enn meira, um ikki inntøkurnar hjá land og kommunum vera útjavnaði til allar partar av landinum.

Hesin sera grundleggjandi parturin av virðisbýtinum í samfelagnum hevur als ikki verið partur av politiska kjakinum. Norðlýsið hevur fyri kortum víst á, at hóast løgmaður í løgmansrøðuni hefti seg við at fólk í ávísum pørtum av fiskivinnuni høvdu fingið ein stóran lønarvøkstur, so tók hann ikki upp á tungu at miðalinntøkan í høvuðsstaðnum framvegis er munandi hægri enn í øðrum økjum kring landið.

Hóast búskaparfrøðingur rópar varskó um millióningar, sum festa búgva á bygd, so vísa feskastu tølini hjá Hagstovu Føroya beint tað øvugta. Nevniliga at stóra fjøldin av millióningum býr í Havn meðan eingin norðoyingur var millum tey við hægstu inntøkunum.

Ja – samstundis sum løgmaður ger seg til prædikumann um eina rættvísari umfordeiling av "fólksins ogn", hevur hann givið partamanni, sum er landsstýrismaður í tunnilsmálum, boð um at krevja pengarnar sum heimastýrið setti í vága og norðoyatunnlarnar aftur frá teimum, sum búgva og ferðast í hesum økum. Sama heimastýri hevur gjørt avtalu við Tórshavnar kommunu um at stóri umfordeilingskassin hjá heimastýrinum skal rindað allar útreiðslur í samband við nýggjan veg inn í Havnina frá Eysturoyartunnlinum.

Vit kenna ikki so væl til lokalu vinnu og framtakssøguna í Vágnum, men tey bygningsverk, sum eru framd í oynni, sum vit hava biti merki í, hava ikki kostað heimastýrinum eina krónu. Enski- og danski staturin saman við lokalum kassum hava bygt flogvøll og havnir og um nøkur ár fara fólk í vesturøkinum enntá at kunna staðfesta at tey sjálvi eisini hava rindað nógv tann størsta partin av vágatunnilinum.

Í norðurøkinum kann eg bara staðfesta at øll frambrot, sum eru hend og sum hava veruliga drigið fólk til økið og givið teimum livi umstøður, eru framdar uttan nakran stuðul frá kassanum hjá heimastýrinum.

Tær kajir, sum eru grundarlag undir virkseminum hjá vinnuni í økinum, hava privatir vinnulívsmenn, Kjølbro, kommunan og danski staturin bygt. Alt virksemið, sum býurin í dag livir og andar av er framt av privata vinnulívinum.

Av almennum íløgum í stovnar í norðoyggjum eru serliga tvær: Tekniski skúli bleiv verandi í Klaksvík, tí fyrrverandi stjóri í tekniska skúla í Klaksvik gjørdist landstýrismaður og bygdi hann ov stóran, og Sjúkrahúsið tóku norðoyingar og eysturoyingar seg saman til at byggja.

Taka vit eitt nú pelagisku vinnuna, so er ein sonn kollvelting hend seinastu 10 árini, sum hava givið monnum og kvinnum áræði og møguleikar at royna nýggjar leiðir enn danska útbúgving og alment starv í Havn.

Fyri 10 árum síðan áttu vit í norðurøkinum nøkur fá pelagisk skip, sum landað, so at siga, alla veiðu sína í útlandinum. Lítið og einki virksemið var á landi uttan ein lítil skrivstova við tveimum til fimm skrivstovu fólkum í trimum reiðarríðum. Nakað av virksemi var á landi í Fuglafirði, men i dag hava hesi reiðarríðini umframt egnar søludeildir og virksemi, sum krevur væl útbúgvið fólk – eisini stór virki á landi í Fuglafirði og Suðuroynni og tað ljóðar at ætlanir eru um eitt spildurnýtt framkomið uppisjóvarvirkið í Klaksvík eisini. Tey hava fólk í starvið, sum dagliga ferðast um allan heimin at selja Føroyar og føroyskt framleiddar vørur. Harafturat hava undangongufólk við egnum pengum megnað at keypt eitt framleiðslu og góðsknarvirkið í Týsklandi, sum kan framleiða lidnar matvørur frá føroyskum skipum og fiskimonnum til alt Evropa - innanfyri høgu tollmúrarnar hjá ES - in marknaður sum heimastýri annars framhaldandi er útihýst frá.

Samstundis gera hesir framtaks hugaðu vinnulívsfólkini stórar íløgur í aðrar fyritøkur í økinum. Her eru ongar ”Fíggindaligar yvirtøkur” ella hugur til at leggja alt undir seg. Vinnan vísir í verki hvussu hon stuðlar virkseminum hjá eitt nú útróðrar- og línumonnum við at seta ein nýggjan minniluta part inn við reiðum peningi í hesi skip, sum so hava fingið eitt andarhol, nýggja vón og møguleikar at endurnýggja skip og virksemið. Sama er á landi har pengar frá lokalu stór reiðarum fleimir út í samfelagið gjøgnum eina røð av virkjum og virksemi. Hesi vinnulívsfólk, sum KVF einans dugur at lýsa sum gribbar vísa seg í verki, hvørki at verða gribbar ella dúgvur, men sum norðoyingar og eysturoyingar – sum vanligir føroyingar - sum hava gleði sína í at pengarnir tey umsita skapa, so nógv virksemið sum gjørligt.

Tað er gamalt í Føroyum at tú ikki skalt múlabinda oksan sum treskir – tí oksarnir mugu eisini kunna eta meðan teir arbeiða og vit sum samfelag kunnu bara staðfesta at hesi framtaksfólkini eru løn sína verda.

Tá 100 ára gamli sparikassin hjá Norðoyingum stóð fyri hóttafallið, gjørdu hesi vinnulívsfólkini ein lokalan bjargingar-bankapakka og keyptu ymiskt tyngjandi virksemi frá sparikassanum, so hesin hóraði undan. Og tá stóri og glæsiligi sparikassin í Havn fór av knóranum fyri kortum var hann bjargaður av statspakkanum, sum Norðoyar Sparikassi hevur rindað sín stóra part til – einar 30 mió. kr. í reiðum peningi úr norðoyggjum var brúkt til bjargingina suðuri í Havn..

Grundtankin aftan fyri nýskipanini av fiskivinnuni, sambært Løgmanni, er at almennu Føroyar skulu hava meiri pengar frá vinnuni. Úrslitið kenna vit, sum búgva uttanfyri miðøkið alt ov væl. Sentraliseringin av føroyska bústaðarmynstrinum fer at økjast ógvusliga í takt við at almennu Føroyar, sum fyri tað mesta býr á miðjuni fær størri og størri inntøkur.

Politiska skipanin er ikki frægari enn aðrar skipanir. Hon býtir fyrst til sín sjálvan meðan nakrir fáir molar verða tveittir út til løgnu fuglarnar sum velja eitt lív uttan horizontin hjá teimum vælbjargaðu á miðjuni. Vit síggja hvussu væl landskassin í dag tryggjar løgtingslimum sína egnu eftirløn, meðan somu løgtingslimir nú av álvara ætlað við lóg at avtakað grundupphæddina, sum er einasta veitingin sum pensjónistar fáa úr landskassanum.

Tað er alt avgerandi at vit fáa eina skipan har vinnan, sum seinastu árini hevur fingið fólkatali á bygd at venda til vøkstur og miðalinntøkurnar kring um í landinum, at vaksa munandi, ikki verður bundin niður, men fær góð og trygg kor at virka undir.

Politikarar í øllum flokkum, uttanfyri miðstaðarøkið vita alt hetta og skylda tjóðini at nýggja fiskivinnuskipanin ikki sýgur mergin úr beinunum á vinnuni og øllum tí virksemið, sum er farið at spretta kring alt landið. Vinnan má fáa pláss til at mennast og vaksa.

Vit eiga ikki at ræðast at føroyingar sjálvir fáa eitt sterkt og fjøltátta vinnulív.

Er vinnulívið ikki sterk verður eingin framtíð fyri okkara børn at liva og virkað uttanfyri miðøkið.

[vimeo=http://vimeo.com/242361616]


Lýsing Lýs her...