Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan


Skrivað hevur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya 17.06.2017 - 16:26

Lýsing Lýs her...

Eldraøkið má raðfestast hægri. Vit standa longu við álvarsligum trupulleikum av starvsfólkatroti og tað má gerast okkurt beinavegin, um røktin skal hava lív lagað. Vit verða noydd at raðfesta øðrvísi, fyri at koma trupulleikunum til lívs. Fyrsta stigið á vegnum er at síggja veruleikan í eyguni og síðani at fara til verka


Tað hevur verið at hoyrt í miðlunum, at Tórshavnar kommuna ætlar at seta á stovn heilsuhjálparaútbúgving í miðstaðarøkinum, fyri at nøkta røktartørvin. Fáa vit ein skúla aftrat, við tí avleiðing at næmingatalið lækkar í Suðri, er lítið vunnið. Tað vil sjálvsagt altíð verða ein forðan hjá onkrum, at fara til Suðriar í skúla, men tað loysir neyvan allan trupulleikan á ovurhondsstóra trotinum av røktarstarvsfólkum.

Trupulleikarnir eru nógv fleiri. Fyrst og fremst átti tað at verði møguligt hjá øllum røktarstarvsfólkum at sloppi at arbeitt fulla tíð, ístaðinfyri sum nú, har tey allarflestu eru sett í parttíðarstørv. Tað eru tó undantøk, har summi starvsfólk ynskja at starvast niðursettan brøk og skal tað sjálvandi vera møguligt.

Ein avleiðing av sparingum eru styttar vaktir og mugu tær sjálvsagt leingjast til 8 tímar, annars er tað ómøguligt at arbeiða fulla tíð. Tað hevði hjálpt um normeringina og gjørt dagligdagin minni strævnan, til gleði fyri bæði starvsfólk og brúkarar.

Lønin má upp, fyri at tað skal gerast meiri lokkandi at starvast sum heilsuhjálpari. Við einari grundløn á 22.000 kr, sigur tað seg sjálvt, at lønin ikki nærkast teimum 20.000 kr um mánaðin, við niðursettum brøki. Vit mugu øll taka eitt lógvatak, fyri at broyta verandi gongd og fáa virðiligar umstøður hjá starvsfólkunum. Hugburðurin sum heild, má broytast. Nøkur starvsfólk kærdu sína neyð til ein borgarstjóra, um tungu arbeiðsbyrðuna á einum eldrasambýli og at tað eingin tíð var til tey gomlu, uttan bert grundleggjandi røkt. Hann helt fyri, at kommunan ikki fór at gjalda fyri undirhald hjá teimum gomlu. Tað einasta starvsfólkini ynsktu, var at fáa meiri tíð, at vera um búfólkini. At arbeiða við eldri og óhjálpnum er ikki bert ein avgreiðsluspurningur, men umsorgan er ein týðandi liður í røktini.

Ein heilsuhjálparaskúli í Havn er ikki einasta loysnin, og tað einsamalt fer ikki at loysa allan starvsfólkatrupuleikan.

Lýsing Lýs her...