Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Ein spyrjandi norðoyingur


Skrivað hevur Norðoyingur 12.05.2017 - 11:35

Lýsing Lýs her...

Sat við stórum áhuga og lurtaði eftir løgtinginum týsdagin undir viðgerðini av uppskotinum um Føroya Akvarium í Klaksvík. Eg sat við spenningi og lýddi á, nú uppskotið um slóðbrótandi undirsjóvar-akvarium í Klaksvík var fyri.

Ætlanirnar um at leggja ein”glasstunnil” eftir botninum á Borðoyavík framvið taraskógnum á ávísum øki, soleiðis at fólk kunnu fáa upplivingar undir sjónum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna hevði lagt uppskotið fram og Føroya Sjómannadagur hevði verið í mentunnarnevndini og greitt frá teirra ætlanum um undirsjóvar-akvarium á Borðoyavík. Uppskotstillarin stuðlaði teirra ætlanum. Har vóru góðar røður frá andstøðutingmonnunum Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø. Eisini uppskotstillarin Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttur greiddi hugagóð og livandi frá hesi slóðbrótandi verkætlan. Upplýst varð, at í fyrsta umfari skuldu einans 300.000,- kr. játtast. Hesar 300.000 krónurnar skuldu nýtast til at finna útav, hvussu nógv verkætlanin kom at kosta. Upphæddin var ásett út frá upplýsingum frá umboðum fyri Føroya Sjómannadag. Spenningurin øktist tá ið atkvøðast skuldi, sigast skal tó, at eg ivaðist onga løtu í, at henda fantastiska verkætlan varð stuðlað viđ eldhuga av umboðum frá Norðoyggjum í løgtinginum.

Men hvat hendi? Tað heilt ótrúliga, óskiljandi hendi. Atkvøðugreiðslan endaði við 10 fyri og 12 ímóti. Umboðini í samgonguni fyri norðurøkið stuðlaðu ikki uppskotinum, men harafturímoti atkvøddu tey ímóti. Tað kom eisini fram undir viðgerðini, at býráðsmeirilutin í Klaksvíkar býráð heldur ikki stuðlaði hesum uppskotinum? Borgmeistarin í Klaksvík, sum eisini situr á løgtingi atkvøddi ikki eingongd fyri uppskotinum?Hvar eru vit, hvat hendir? Eg mátti spyrja meg sjálvan, er hetta veruleiki? Hesi sum umboða norðurøki, hvat hugsa tey fyri sær? Hvønn umboða tey? seg sjálvan? Tað kann ikki sigast við orðum hvussu skuffandi og óskiljandi hetta er, at okkara løgtingsumboð úr Norðoyggjum og borgmeistarin ikki taka undir við hesum slóðbrótandi uppskoti, hetta er fyri mær púra óskiljandi. Nei eg standi bara spyrjandi!


Lýsing Lýs her...