Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Eldrasamkoma Í Betesda fríggjadagin kl. 15


Skrivað hevur John William Joensen 22.09.2017 - 12:20

Lýsing Lýs her...

So verður byrjað aftur – eftir summarsteðgin - við Eldrasamkomu í Betesda fríggjadagin 22. september kl. 15. Eisini verður framløgan um Dollan og um konu hansara, Lina, sum hevði røtur til Skálatoftir og Viðareiði.


Óli Jacobsen, sum hevur kannað og skrivað nógv um trúboðaran Danjal Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin, sum var trúboðari í Kongo frá 1901 til 1903, fer at greiða frá parti av lívi hansara undir heitinum: Frá Missión í Kongo til samkomur í Føroyum”.

Sersangur verður og sjálvandi eisini felagssangur, eitt gott hugnaprát og ein drekkamunnur.

Øll eru vælkomin.

Lýsing Lýs her...