Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Enn ein amerikanskur flogberi sett kós móti Norður Korea


Skrivað hevur John William Joensen 19.05.2017 - 08:23

Lýsing Lýs her...

Eftir at Norður Korea royndarskjeyt enn eina langt berandi raket, sum kan bera kjarnorkuváp, tók amerikanski forsetin, Donald Trump, avgerð um at geva eini flotadeild, við flogberanum USS Ronald Reagan, boð um at seta kós móti Norður Korea

Avgerðin var tikin eftir at stjórin í CIA gjørdi greitt at Norður Korea, nú er ein álvarsom hóttan móti USA – ein hóttan sum má takast við størsta álvara.

- Tað at Norður Korea hevur útvega sær kjarnorku vápn og nú eisini hevur fingið langt berandi rakettir, saman við tí støðu at Norður Korea hevur ein leiðara, sum hevur víst fyri heiminum at hann er óútrokniligur og brúkar vald sum honum listir – ger at vit ikki kunnu hyggja burtur frá hesum hóttanum.

Fyri kortum ávaraði ein óheftur eygleiðarastovnur í Bretlandi ímóti, at støðan er sera hættislig í Norður Korea. Stovnurin vísti til at allar ábendingar vístu at Norður Koreanski leiðarin, er sannførdur um at land hansara so ella so noyðist í kríggj við USA. Stovnurin samanbar við fyrsta heimsbardaga, tá Hitler var sannførdur um at Týskland noyddist í kríggj, og tí er spurningurin ikki um Norður Korea fer at gera álvara av sínum hóttanum, men heldur nær.

Við avgerðini hjá amerikanska forsetanum, hevur USA nú tvær flogberadeildir út fyri Norður Korea og tíggu túsundtals hermenn og herðmannaútgerð í Suðurkorea.

Lýsing Lýs her...