Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Etið saman í Klaksvík


Skrivað hevur Fólkaheilsuráðið 18.05.2017 - 13:13

Lýsing Lýs her...

Í Klaksvík er tað Húsarhaldsskúli Føroya við Jóhannu á Tjaldrafløtti og Joan M. Sivertsen, sum borðreiða við spennandi og leskiligum mati niðanfyri Gamla Seglhúsið kl. 16:00 - 17:30 - fríggjadagin 19. mai

Fríggjadagin 19. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri átuliga átakinum "Etið saman", ið merkir at vera saman um matin, og at práta, lukta, smakka, tyggja og njóta matin saman

Ljós verður varpað á saft, kraft, broyskni og stundum ræst við dygdargóðum, leskiligum rávørum úr Føroyum og grannalondum okkara.

Í Klaksvík er tað Húsarhaldsskúli Føroya við Jóhannu á Tjaldrafløtti og Joan M. Sivertsen, sum borðreiða við spennandi og leskiligum mati niðanfyri Gamla Seglhúsið kl. 16:00 - 17:30 - fríggjadagin 19. mai.

Etið saman átakið verður samstundis ymsastaðni í Føroyum, og matleskarar fara at kokkast í Suðuroy, Vágoy, Sandoy, Eysturoy, Streymoy og Norðoyggjum, við tí fyri eyga, at øll vitjandi fáa eina sansastimbrandi smakkiroynd, eina hugnaliga og savnandi løtu.

Ein liður í “Etið saman” er eisini, at vit við at vera saman um matin og eina uppliving sum hesa, eru við til at røkja okkara sálarligu heilsu, tí at vera sosialt virkin og saman um eitthvørt, hevur stóran týdning fyri okkara trivnað og gleði. Fólkaheilsuráðið varpar ljós á sálarliga heilsu og ”Etið saman” er ein partur av hesum, tí felagsskapur, matur og njótilsi eru samantvunnin.

Fólkaheilsuráðið ynskir at rávørurnar, ið verða nýttar í mestan mun eru úr nærumhvørvinum. Hesar rávørur kunnu eitt nú verða føroyskur fiskur, grønmeti, kryddurtir, frukt og epli, har dentur verður lagdur á gott grønmeti, ið liggur leingi á. Vit ynskja at átakið tekur støði í nærumhvørvið og burðardygd, og at fullkorn, bjølgfruktir og trevjur helst skulu eiga størri lut í matgerðini enn siðvenja er.

Sí film, sum er gjørdu í samband við átakið niðanfyri.



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Hl8Cq22xVSw]


Lýsing Lýs her...