Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Eyðun Gaard stjóri á Nám


Skrivað hevur Tíðindaskriv 17.10.2017 - 11:26

Lýsing Lýs her...

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Eyðun Gaard í starvið sum stjóri í Námi frá 1. november 2017 at rokna

Eyðun Gaard er 52 ára gamal og útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla í 1994. Harumframt hevur hann nomið sær fleiri eftir- og víðariútbúgvingar. Hann hevur masterútbúgving innan námsfrøðiliga menning frá Danmarks Pædagogiske Universitet frá 2008 og Masterútbúgving í løgfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2017.

Eyðun Gaard hevur starvast sum fólkaskúlalærari í fleiri skúlum í Føroyum og Danmark. Í 2004-05 var hann virkandi leiðari í skúlanum á Trøðni, sum tá æt Sernámsdepilin.

Seinastu 10 árini hevur Eyðun Gaard starvast sum leiðari í Yrkisdeplinum undir Mentamálaráðnum, har hann hevur havt ábyrgd av at skipa og fyrisita yrkisútbúgvingarøkið

Lýsing Lýs her...