Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Fær hetta ikki avleiðingar, fer øll skipanin fyri bakka


Skrivað hevur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður 08.06.2017 - 10:18

Lýsing Lýs her...

Handfaringin av málinum at flyta veiðuloyvi av línuskipum yvir á uppsjóvarskip, er skúladømi um, hvussu landsstýrismaður hvørki má ella eigur at gera.

Tí er umráðandi, at landsstýrismaðurin tekur í egnan barm og fer frá. Ger hann ikki tað, noyðist løgmaður at skifta hann út.

Verður tað ikki gjørt, fýkur álitið á alla skipanina, og hon fer fyri bakka.


Høgni hevur eina vánaliga sak

Fyrstu tekur landsstýrismaðurin avgerð um at flyta umsitingina av veiðuloyvum til Vørn, sum er stovnur undir ráðnum. Hetta ger, at landsstýrismaðurin ikki situr við “borðendan”, tá veiðuloyvini verða flutt.

Men tá umsitingin av veiðuloyvum flytur úr Fiskimálaráðnum, ger landsstýrismaðurin samstundis ein feil. Hann sleppur ikki umsitingini kortini. Heldur áleggur hann Vørn, framhaldandi at kunna seg og Fiskimálaráðið, tá veiðuloyvi verða flutt.

Mannagongdin ger, at landsstýrismaðurin situr við vitanini um, hvørji veiðuloyvi verða flutt. Og harvið góðkennir hann eisini flytingarnar, um hann ikki talar at.

Gott dømi er teldubrævið, ið Vørn sendi landsstýrismanninum 30. juni 2016, við kunning um, at veiðuloyvi framvegis verða flutt av línuskipum yvir á uppsjóvarskip, sjálvt um tað stríðir ímóti niðurstøðu hjá Umboðsmanninum.

Gav Løgtinginum skeivar upplýsingar

Landsstýrismaðurin hevur eisini givið Løgtinginum skeivar upplýsingar, tá hann lætst ikki at vita av, at veiðuloyvi vóru flutt av línuskipum á uppsjóvarskip. Hann umbar seg við, at Vørn umsat økið, og at hann hevði biðið Vørn um eina frágreiðing.

Teldubrævið, sum hann longu hevði fingið frá Vørn, varð ikki nevnt við einum orði.

Renna undan ábyrgd

Næstu dagarnar fara vit tíverri helst at síggja landsstýrismannin renna undan ábyrgd, við at skúgva ábyrgdina av vánaligu, og sambært honum sjálvum ólógligu handfaringina, yvir á onnur.

Løgmaður fer helst eisini at renna undan saman við landsstýrismanninum. Og fyri hvønn dag teir báðir renna undan, flytur ábyrgdin yvir á løgmann, samstundis sum álitið á skipanina fjarðar burtur, og til endans fer fyri bakka.

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður

Lýsing Lýs her...