Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Felags norðurlendsk støða ímóti matchfixing


Skrivað hevur Tidindaskriv 12.09.2017 - 14:42

Lýsing Lýs her...

Á Nordic Meeting 8.-9. september vóru øll norðurlendsku ítróttasambondini umboðaði. Ma. Blivu matchfixing og javnstøða í ítrótti umrødd

Á ráðstevnuni varð avgjørt, at samstarva í bardaganum ímóti matchfixing. Matchfixing er ein vaksandi trupulleiki, og eru smærri samfeløg serliga útsett og viðbrekin. Norðurlendsku ítróttasambondini avgjørdu at arbeiða saman um, at verða fyrsta stórøki í heiminum við felags støðu ímóti matchfixing.

Avgjørt varð, at norðurlendsku ítróttasambondini í framtíðini eiga at leggja størri orku í, at arbeiða fyri javnstøðu í ítrótti. Kyndsbýtið er enn í ov stóran mun avskeplað, og ynskja ítróttsambondini, at kynini eru javnari umboða í nevndum, venjarasessum og øðrum týðandi sessum.

Ítróttasambondini samdust um, at neyðugt er í størri mun enn fyrr, at hyggja at spurninginum um upptøku av ítróttagreinum, sum fyrr ikki hava fingið luta luttøku í ítróttasambondunum.

Umboðini vóru til døgurða hjá Tórshavnar Kommunu, har Annika Olsen, borgarstjóri, m.a. tosaði um týdningin av felags samstarvi í norðurlondum. Eisini varð vitja í Sunda Kommunu og var Heðin Zachariassen, borgarstjóri, vertur fyri døgurða. Borgarstjórin vísti á týdningin, sum menning av ítróttinum hevur fyri øktum trivnað í kommununi.

Lýsing Lýs her...