Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Filmsummæli - Ant-Man


Skrivað hevur Eirikur Biskopstø 20.08.2015 - 13:00

Lýsing Lýs her...

Tann størsti filmurin hjá Marvel í ár var "Avengers: Age of Ultron". Hann kom út í apríl og tað var filmurin, sum fjepparar gleddu seg til. Nú er tann nýggjasti filmurin hjá Marvel komin út og hesin er meira ókendur. Hann presenterar eina nýggja superhetju, Ant-Man. Filmurin gongur nú í Atlantis Bio.

Søgan er um ein tjóv, Scott Lang (Paul Rudd), sum hevur sitið í fongsul. Hann og konan eru skild, og hann ynskir, at vera ein góður pápi hjá dóttrini. Nú er hann leyslatin og ein dagin hittir hann ein eldri mann, Hank Pym (Michael Douglas), sum fyri nógvum árum síðan var Ant-Man – ein superhetja, sum kann gerast pinkulítil og samskifta við meyrur. Hann er nú pensjoneraður og ynskir, at Scott Lang skal taka yvir arbeiðið og vera tann nýggi Ant-Man.

Eg var skeptiskur um "Ant-Man". Treylararnir vóru hampuligir, men einki serligt, og hugskotið er løgið: Ein superhetja, sum kann gerast pinkulítil og tosa við meyrur. Hesin filmurin og "Guardians of the Galaxy" hava nú prógvað, at Marvel kunnu gera ein góðan film um hvat sum helst. "Ant-Man" er ein rættiliga góður og undirhaldandi superhetjufilmur. Hann kundi verið betri, men úrslitið var ein góð yvirraskilsi.

Hóast eg var skeptiskur um filmin, so gleddi eg meg til, at síggja Paul Rudd spæla eina superhetju. Mær dámar hann væl sum sjónleikara, hann er stuttligur og sera undirmettur. Hann skuffaði ikki. Hann gav eina sera góða framførslu, sum er satt at siga øðrvísi enn aðrir leiklutir, sum hann plagar at spæla. Hann spælir ikki ein býttur ella flovisligur persónur, sum hann ofta ger í skemtifilmum. Scott Lang er ein vanligur persónur, sum onkuntíð sigur okkurt stuttligt, og Paul Rudd er sannførandi í leiklutinum. Hann er stuttligur, tá ið tað er neyðugt, og rættiliga góður í teimum dramatisku senunum.

Michael Douglas er fantastiskur sum Hank Pym. Hann er sannførandi, spælir væl saman við Paul Rudd, og dugir sera væl at greiða frá. Evangeline Lilly er eisini góð og Corey Stoll er rættiliga góður sum skurkurin. Hetta er ein týpiskur skurkur, sum ikki er nakað serligt – ein afturvendandi trupulleiki hjá Marvel – men hansara góða framførsla ger leiklutin meira áhugaverdan og sannførandi.

Hetta er ikki ein fantastiskur filmur, men hann var nær við. Tað er ein rættiliga góður filmur, sum riggar sum ein byrjan hjá Ant-Man og hevur fantastiskar løtur. Filmurin presenterar eina nýggja superhetju, sum verður partur av komandi filmum hjá Marvel og tað er væleydnað. Persónarnir eru dámligir, serliga Scott Lang. Hann er ein brotsmaður, men man skilir, hví hann ger tað. Hann er annars ein vanligur og sera dámligur persónur. Mær dámdi væl forholdið millum hann og dóttrina. Tað var dramatiskt, sannførandi og væleydnað.

Effektirnar og actionsenurnar eru sera góðar. Tað er kul, at síggja heimin frá sjónarhorninum hjá Ant-Man. Hann er líka lítil sum ein meyra, so alt umhvørvið er risastórt. Mín yndissena er, tá Scott Lang fyrstu ferð letur seg í búnan, sum ger hann til Ant-Man. Tað var ein fantastisk actionsena. Eg vildi ynskt, at fleiri actionsenur vóru líka góðar. Skemtið er eisini gott. Eg flenti ofta og onkuntíð gjørdu Marvel gjøldur burtur úr sær sjálvum. Tað var genialt.

Mín størsti kritikkur er, at seinna helvtin av filminum er góð og undirhaldandi, men kundi verið betri. Tá var tempoið eitt sindur ov skjótt og serliga klimaksið kundi verið betri. Tað er gott og undirhaldandi, men kundi verið nógv størri og meira kreativt. Men sum sagt, so er seinna helvtin kortini undirhaldandi. Hetta er samanumtikið ein rættiliga góður superhetjufilmur, sum tekur eitt løgið hugskot, Ant-Man, og ger tað kul og undirhaldandi.Ant-Man er ein kul og sera dámlig superhetja, sum eg vil fegin síggja aftur í komandi filmum. Tað prógvar, at hetta er ein góð og væleydnað byrjan.

3,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Peyton Reed 

Leikarar: Paul Rudd, Evangeline Lilly, Corey Stoll, Bobby Cannavale, Michael Peña, Michael Douglas

Lýsing Lýs her...