Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Fípan Fagra og Sundabáturin vunnu - Klaksvíkingur nummar 3


Skrivað hevur Jákup Ósá 15.07.2017 - 17:01

Lýsing Lýs her...
Tað bleiv betri dagur enn seinast hjá norðoyabátunum, men hjá 10-mannaførunum endaði Klaksvíkingur nummar 3 og tað merkir, at Klaksvíkingur kann missa meistaraheitið á ólavsøku. 

Fípan Fagra reisti seg eftir seinast og vann við sannførandi endaspurti. Hjá 6-mannaførum vann Sundabáturin tryggan sigur og liggur nú til at vinna FM. Men hjá 10-mannaførum var talan um ársins ringasta úrslit hjá Klaksvíkingi, tá hann endaði nummar 3. Tað merkir, at Klaksvíkingur kann missa FM á ólavsøku. Tí endar Klaksvíkingur nummar 4 á ólavsøku og Ormurin Langi vinnur, so endar FM hjá Orminum Langa. Tí er langt upp til ein spennandi enda uppá kappingarárið á ólavsøku, tá FM verður avgjørt. Framvegis er góður møguleiki fyri, at trý FM enda í Norðoyggjum.   
Lýsing Lýs her...