Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Fiskikappingin - undirtøkan var ógvuslig


Skrivað hevur Oliver Joensen 18.08.2017 - 22:58

Lýsing Lýs her...

 Í fagrasta veðri hugnaðu um 500 fólk sær á Kósabrúnni í samband við fiskikappingina á Sjómannadegnum. Ójavnt var hvussu gekk á, men sigast á at samanlagt var væl at fáa og ikki sørt at nógv av seiðunum, sum blivu fiskaðir, høvdu upsastødd. Onkur helt at summir upsar sum børnini fingu kundu kappast við teir, trolararnir fáa. Um so var skulu vit ikki leggja høvdið á blokkin fyri.

Men børnini hugnaðu sær óført. Aftaná var farið í vatnkríggj. Sjómannadagurin bjóðaði kaffi og góðgæti til tey vaksnu og sunkist og góðgæti til børnini. Aftaná vatnkríggið var heitt kakka at fáa á vestursíðuni til øll.

Lýsing Lýs her...