Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Fleiri enn 180 framsýnarar á Atlantic Fair í ár


Skrivað hevur Oliver Joensen 10.05.2017 - 00:09

Lýsing Lýs her...

Klokkan 10 týsdagin, lótu dyrnar til Atlantic Fair upp á víðan vegg. Framsýningin er opin týsdagin og mikudagin til kl. 17 og hósdagin til kl. 16, bæði fyri vinnulívsfólki og almenninginum allar dagarnar.

Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair sigur, at hesaferð eru meira enn 180 framsýnarar við á framsýningini og tað er tað hægsta talið av framsýnarum, sum hevur verið á framsýningini síðani hon lat upp í Klaksvík á fyrsta sinni.

Umframt 70 føroyskar fyritøkur, ið eru við, verða eisini fleiri enn 110 útlendskar fyritøkur at síggja á Atlantic Fari í ár. Tær koma nógvastaðni frá kring um í heim­inum, líka frá Lima í Peru við Stillahavið og til londini við miðjararhavið eystursjógvin og norska havið.

Í ár eru fleiri norskar fyritøkur við enn nakrantíð áður.

Sjey ymiskir fyrilestrar eru á stevnuni, teir eru allir ókeyp­is og ein kann kunna seg um fyrilestrarnar á fair.fo

Vit spurdu eisini Áka í Skemmuni um hvussu nógvar gest­ir hann væntaði hesar tríggjar dagarnar á Atlantic Fari. Áki sigur, at fyri tveimum árum síðani, vitjaðu 3.800 gestir, bæði útlendskir og føroyskir og eg vóni at vit fara at fáa nakað tað sama talið av vitjandi í ár.

Vit hava sera góðar umstøður her. Atlantic Fair breiðir seg út í tveimum ítróttarhallum, nevniliga KÍ høllini og Badmintonhøllini. Harafturat hava vit Skálan sum rest­aurantin hjá stevnuni og eina cafeteria í KÍ høllini. Beint omanfyri Badmintonhøllina er eitt spildurnýtt framkom­ið fitnessentur, ið gestir og framsýnarar hava møgu­leika fyri at vitja og niðanfyri er sera familjuvinarliga Klaksvíkar Svimjihøll. Norðanfyri er fótbóltsvøllurin, so sig­ast má, at Atlantic Fair liggur mitt í einum virknum ­hjarta í Klaksvík.

Sjálvt um vit hava einar tveytúsund fermetrar at sýna fram á inni, so rúmast ikki alt inni, tí seta vit eisini eitt telt upp sunnanfyri Badmintonhøllina og harafturat fara trollemmar, motorar og annað at standa á økinum ímill­um hallirnar og svimjihøllina.

Tað varð Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ið setti Atlantic Fair 2017.

Jú, tað fer uttan iva at loysa seg at vitja í Klaksvík týsdagin, mikudagin og hósdagin. Hósdagin kl. 16.00 letur Atlantic Fair 2017 aftur.

OLIVER

Lýsing Lýs her...