Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Flest gull til høvuðsstaðin


Skrivað hevur FSF 13.11.2017 - 17:49

Lýsing Lýs her...

Kappingarárið 2017 er av, og vinnararnir í øllum kappingunum eru funnir. Og um hugt verður eftir heiðursmerkjabýtinum, so hilnaðist árið serliga væl fyri HB, B36 og KÍ. Men fyri fyrstu ferð í nógv ár, endaði einki gull í Klaksvík.

Samanlagt vann B36 flest heiðursmerkir, meðan HB vann flest gull. Teir reyð-svørtu í Gundadali vunnu fimm gull, tríggjar silvur, og tvær bronsu. B36 vann tríggjar gull, eina silvur, og sjey bronsu.



Nummar trý í samlaða yvirlitnum gjørdist EB/Streymur, sum vann tríggjar gull og ein silvur. Tó skal viðmerkjast, at tær tríggjar gullkrónurnar vórðu vunnar í samstarvi við Skála.

Nógv heiðursmerkir vórðu eisini vunnin til Klaksvíkar, men fyri fyrstu ferð í nógv ár endaði einki gull í KÍ. Talan gjørdist kortini um 9 medaljur samanlagt – sjey silvur og tvær bronsu.

Yvirlit yvir allar meistarar og steypavinnarar fyri kappingarárið 2017 sæst her:Meistarar og steypavinnarar 2017

Lýsing Lýs her...