Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Flúgv beinleiðis til Malta við Atlantic Airways


Skrivað hevur Tíðindaskriv 20.09.2017 - 12:34

Lýsing Lýs her...

Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Malta næsta summar

316 km2 stóra landið í Miðjarahavinum er sera væl umtókt sum ferðamannaland. Høvuðsstaðurin Valetta er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv, og við sínum fleiri enn 320 fornminnum á 55 hektarum er Valetta ein tann søguríkasti býurin í heiminum. So tað er ikki uttan orsøk, at Malta er valt at vera mentanarhøvuðsstaður í Evropa fyri árið 2018.

Alt snýr seg sjálvandi ikki bara um mentan og søga, tí á Malta eru sjálvsagt nógvar strendur, og um summarið er sera gott veður og nógv sól. So kom við ein túr - har er heilt víst okkurt til tín!

Umframt Malta og føstu SÓL ferðamálini Barcelona og Mallorca, verður eisini flogið til Lissabon aftur næsta summar.

Lýsing Lýs her...