Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Føroyar til talv-EM


Skrivað hevur Tíðindaskriv 05.09.2017 - 09:07

Lýsing Lýs her...

Tað verður sterkasta lið, sum mannast kann, ið fer at umboða Føroyar í EM-kappingini fyri landslið í talvi í heyst

Talvsamband Føroya hevur nú fingið tilsøgn frá teimum fremstu fimm á føroyska styrkilistanum til kappingina. Føroyska landsliðið stillar upp í hesari røð:

  1. GM Helgi Dam Ziska 2545
  2. FM Høgni Egilstoft Nielsen 2352
  3. FM Rógvi Egilstoft Nielsen 2338
  4. IM John Rødgård 2328
  5. IM John Arni Nilssen 2326

Liðið er hitt sterkasta, sum hevur umboðað Føroyar.EM-kappingin í talvi fyri landslið verður suðuri á Kreta í døgunum frá 27. oktober til 7. november í ár.

Føroyar vóru við á fyrsta sinni í EM-kappingini fyri landslið í Reykjavík í 2015, og endaðu nummar 34 av 36 londum. Ta ferðina vóru Føroyar einasta smátjóðin, sum luttók. Føroyar vunnu á Skotlandi og Kosovo, og telvaðu óvæntað javnt móti Danmark.

 
EM fyri smátjóðir
Føroyska talvlandsliðið fær úr at gera í heyst. Úr EM-kappingini á Kreta verður farið beinleiðis víðari til aðra EM-kapping fyri talvlandslið - kappingina fyri smátjóðir í Evropa, sonevndu Small Nations-kappingina. Hon verður í Andorra í døgunum frá 11. november til 19. november. Hetta verður fimta kappingin av sínum slagi. Føroyar hava vunnið tvær ferðir; í 2009 og í 2013. Her kappast einar tíggju smátjóðir í Evropa.

Ein broyting verður á føroyska landsliðnum frá fyrru til seinnu kappingina. John Arni Nilssen verður ikki við í kappingini fyri smátjóðir. Talvsambandið heldur fast um vanliga leistin, at ein unglingi skal sleppa við í leikirnar fyri smátjóðir. Silas Eyðsteinsson verður í staðin fimti telvarin á føroyska liðnum í Andorra.

Talan verður um tvær sera ólíkar kappingar. EM-kappingin í Kreta verður krútsterk, men í Andorra verður føroyska liðið helst favorittur at vinna.
Lýsing Lýs her...