Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Forsetin komin til Klaksvíkar


Skrivað hevur Johann Lützen- Myndir Oliver 18.05.2017 - 10:01

Lýsing Lýs her...
Lítla Vón handaði forsetafrúuni blómutyssi, tá Íslendski forsetin traðkaði á reyða leyparan frammanfyri býráðshúsið

Íslendski forsetin við frú er komin til Klaksvikar og hann merkti beinavegin blíðskap, tá dóttur borgarstjóran handaði blómutyssi. 

Føroya Løgmaður er eisini við á ferðini og teir báðir heilsaðu uppá Klaksvíkar býráð. Jógvan Skorheim, borgarstjóri kunnaði um virksemi í kommununi, har hann m.a legði dent á at tosa um hitaskipanina, sum verður gjørd í hesum døgum. 

Í løtuni er Íslendski forsetin, løgmaður og borgarstjórin í Klaksvík við fylgi í Christianskirkjuni

Vit hava fleiri myndir leypandi. 
Lýsing Lýs her...