Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Framleiðslufólk til Mjøl- og Lýsiframleiðsluna hjá HAVSBRÚN


Skrivað hevur Havsbrún 06.09.2017 - 19:56

Lýsing Lýs her...

Havsbrún er altjóða viðurkent virki við 2 framleiðsludeildum – Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi, og Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks.

Framleiðslan er í støðugari menning, og vit søkja ágrýtin framleiðslufólk til mjøl- og lýsiframleiðsluna at seta í starv sum skjótast.

Arbeiðsøki
Á Havsbrún eru 91 starvsfólk, harav 40 eru á Mjøldeildini. Sum framleiðslufólk ert tú partur av einum toymi, sum í høvuðsheitum framleiðir fiskamjøl og lýsi.

Arbeiðið sum framleiðslufólk er fjølbroytt, og tú kemur at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

  • Framleiðsla
  • Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki
  • Reinsa lýsi
  • Annað fyrifallandi

Tín vangamynd
Sum persónur ert tú væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða í toymum og sjálvstøðugt. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eitt ávíst maskintekniskt innlit, umframt grundleggjandi telduførleikar.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini dynamiskari fyritøku.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við framleiðsluleiðara Frank Poulsen, tlf. 744770, fhp@havsbrun.fo.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða send við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er 25. september 2017.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com


Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.

Lýsing Lýs her...