Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Fuglfirðingar siga farvæl við gamla skúla


Skrivað hevur Tekst og myndir: Dávur Winther 23.09.2017 - 09:50

Lýsing Lýs her...

Ímillum klokkan 16 og 17 í gjár varð eitt seinasta høvi at vitja í gamla skúla í Fuglafirði

Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt av at byggja nýggjan skúla, og í tí sambandinum verður gamli parturin av skúlanum tikin niður. Hesin partur verður onkuntíð kallaður 1936-bygningurin, og er elsti partur av verandi skúla.

Tí varð skipað fyri ”opið hús” í skúlanum í gjár frá klokkan 16 til 17, har eldri og verandi lærarar hittust, saman við í flestu førum eldri næmingum eisini. Oftani var at hoyra í krókunum: ”Minnist tú, tá ið vit”?… Og so ein góður látur. Jú, nógv var at minnast afturá.

Sonni á Horni, borgarstjóri, helt stutta røðu og bjóðaði inn til kaffi og køkur í gomlu náttúru-stovuni, har vit eisini høvdu fysik, sum tað varð kallað fyrst í 70-unum.

Eisini var høvi at ganga runt í gamla skúlanum og minnast aftur á gamlar dagar, og at síggja barnalistina á veggunum, sum Frits í flestu førum man hava lagt lunnar undir.

Nýggi skúlin, sum nú verður bygdur afturat liggur um 3200 m2 til víddar – Hann verður bygdur omanfyri verandi skúla og við eini lon oman í verandi skúla, har sum 1936-bygningurin stendur – og má nú lúta fyri nýggju plásskrevjandi tíðunum.

Undarligt var at síggja gomlu gólvbrettini bæði í stovunum og á gongunum – enn at kalla óslitin, tó at tey eru heilt frá 1936. Av somu orsøk verða tey tikin varðisliga av og endurnýtt í øðrum bygningum í Fuglafirði.

Eftir ætlan skal nýggi skúlin í Fuglafirði standa liðugur á sumri í 2020.

Lýsing Lýs her...