Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Fuglur, fiskur ella okkurt triðja?


Skrivað hevur Jóhann Lützen 18.10.2017 - 10:57

Lýsing Lýs her...

Stjórnarskipan Føroya er til viðgerðar í Løgtinginum nú, og skal til fólkaatkvøðu einaferð komandi summar. Men útmeldingarnar um hvat hon er, eru so ymiskar, at spyr ein tveir politikarar um tað, fær ein mest sannlíkt tvey diametralt mótstríðandi svar

A masterpiece of inconclusiveness, segði søgufrøðingurin John F. West um fólkaatkvøðuna í 1946. Úrslitið var ein meiriluti fyri loysing, men við nóg mongum ógildaðum atkvøðum til at kunna koppa úrslitið hinvegin. Orsøkin var ikki at spurningurin var ógreiður, men at politisku útmeldingarnar vóru tað. Serliga at onkrir politikarar høvdu heitt á fólk um at skriva “Nei” á atkvøðuseðlarnar. Hesir vórðu ógildaðir, men fólk høvdu fingið at vita, at teir fóru at verða taldir við.

Mótstríðandi signalini eru aftur á breddanum nú. “Stjórnarskipanin er loysing!”, sigur Sambandsflokkurin. “Stjórnarskipanin er yvir grundlógini!”, sigur Tjóðveldi, tá vit filtrera gruggið frá. Og síðani er tað Javnaðarflokkurin, ið sigur, at “Stjórnarskipanin er síðustillað við Grundlógina, men undir henni, tá tað kemur til skarpskeringar. Og danska stjórnin við Lars Løkke Rasmussen á odda sigur seg vera væl nøgda, tí uppskotið er innanfyri Grundlógina.

Zacharias Wang, ið stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin til seinasta val, sigur í grein her í Norðlýsinum, at vit kunnu gera óbótaligan skaða við í stjórnarskipanini at viðurkenna grundlógina. Hann vil vera við, at vit tá endaliga hava samtykt Danmarks Riges Grundlov sum evstu lóg í ríkinum, og sipar her helst til orðini í §57, at “Lógin verður útint sambært verandi stjórnarrættarligu støðu, til avgerð verður tikin um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki”.

Løgmaður hevur lagt dent á at undirstrika, at stjórnarskipanin ikki er eitt loysingarskjal. Kortini stendur tilskilað í formælinum, at “Eingin lóg kann verða sett í gildi fyri Føroyar uttan løgtingsins samtykki.” Hetta sampakkar ikki við verandi støðu, har Fólkatingið, har Føroyar eiga 2 umboð, kann seta í gildi lógir fyri Føroyar. Somuleiðis verður í §1, stk. 5 tilskilað, at Føroyar einsíðugt kunnu skipa seg sum sjálvstøðugt ríki, uttan mun til hvørja støðu Danmark hevur til spurningin.

Líkt er til at vit við stjórnarskipanaruppskotinum hava fingið enn eitt masterpiece of inconclusiveness.

Lýsing Lýs her...