Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Fulltrúi til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið


Skrivað hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 18.08.2017 - 11:11

Lýsing Lýs her...

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið søkir eftir fulltrúa til setan 1. november 2017, ella eftir nærri avtalu.

Sum fulltrúi í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum verða uppgávur tínar at ráðgeva og vegleiða kommununum í málum av felags áhuga, har í millum at ráðgeva kommununum og interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF í starvsfólkamálum, sáttmálaspurningum og øðrum spurningum viðvíkjandi løn og setanarviðurskiftum hjá starvsfólkum á kommunala sáttmálaøkinum.

Tað verður væntað, at tú hevur vitan og innlit í bæði kommunumál og arbeiðsmarknaðarmál, ella at tú við tínum royndum, førleikum og eginleikum er før/ur fyri skjótt at seta seg inn í nevndu viðurskifti.

Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi, har tú viðhvørt skal vera før/ur at arbeiða undir einum ávísum trýsti.

Aðrar uppgávur

  • arbeiða við at styrkja kommunalu umsitingarnar við at gera felags vegleiðingar og mannagongdir m.a. um starvsfólka- og arbeiðsrættarlig viðurskifti
  • ráðgeva einstøku limakommununum í serstøkum málum
  • samskipa lønarlagið og samráðast við fakfeløg, sum virka á kommunala sáttmálaøkinum
  • umboða Kommunala Arbeiðsgevarafelagið/Kommunufelagið í arbeiðsbólkum
  • standa fyri skeiðvirksemi og mennandi tiltøkum av ymiskum slagi
  • samskifta við landsumsitingina, fakfeløg og aðrar áhugabólkar
  • savna og umsita vitan um kommunu- og arbeiðsrættarlig viðurskifti

Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.

Starvsroyndir frá miðfyrisiting, kommunala geiranum ella aðrar líknandi starvsroyndir eru ein fyrimunur.

Tú skal duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri kommunalum viðurskiftum sum heild. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við ymiskum greiningum og skipan av hagtølum og øðrum.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála. Tann, sum settur verður, má tola broytingar í starvinum. Setanin fevnir um virksemið hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Kommunufelagnum.

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til:

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
R.C. Effersøesgøta 26
FO – 100 Tórshavn

Umsóknarfreist
Umsóknin skal saman við prógvum o.ø. vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. august 2017, kl. 16.00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anitu Fuglø, leiðara í Kommunala Arbeiðsgevara­felagnum á tel. 226339, ella umvegis teldupost anita@kaf.fo – ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á tel. 282480, ella umvegis teldupost eydunc@kf.fo.

Upplýsingar um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið finnur tú á heimasíðu felagsins www.kaf.fo, og um Kommunufelagið á www.kf.fo


Um okkum:
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er skipað undir leiðslu Kommunufelagsins. Endamálið við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti hjá starvsfólki teirra.
Í Kommunuhúsinum í R.C.Effersøesgøtu, har Kommunufelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Barnaverndarstovu Føroya halda til, starvast tilsamans 12 fólk í einum spennandi og mennandi felagsskapi við nógvum ymisku førleikum, sum stuðla upp undir hvønn annan og gera sítt til, at dagligi trivnaðurin er í hásæti.
Lýsing Lýs her...