Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Í kjalarvørri forfedranna


Skrivað hevur Oliver Joensen 21.08.2017 - 16:01

Lýsing Lýs her...

Hóskvøldi eftir samkomu har modell av Ernestinu varð latin Klaksvíkar Svimjuhøll, hevði rithøvundurin av bókini um Nólsoyar Páll, Óli Olsen, ein sera áhugaverdan fyrilestur um sigling og navigatión, sæð við søguligum eygum.

Vit endurgeva niðanfyri ein samandrátt av tí ,sum

sagt varð:

Góða samkoma! Takk fyri áheitanina um at siga nøkur orð á sjómannadøgunum. Gott at vera aftur í heimbýnum. Vit byrja í heimligum umhvørvi.

Elduvíks Jógvan og Fischer Heinesen

Elduvíks Jógvan og sonurin, Fischer Heinesen, búðu í Klaksvík og vóru virdir menn.

”Tá ið eg var lítil,” segði Elduvíks Jógvan einaferð,” var eg altíð á støð, tá ið bátarnir komu aftur av útróðri, og altíð longdist mær at sleppa heilt út hagar, ið síggjast kundi. Tað var nakað, sum dró við at hyggja út í havið.

Eg spurdi altíð, hvussu langt teir høvdu verið. ”Jú,” svaraðu teir og peikaðu út í havið. So spurdi eg, um teir høvdu verið heilt har úti, sum luftin nertur við havið. ”Ja,” svaraðu teir, og so helt eg, at tað slapst ikki longur. Trý áttamannafør róðu út av Elduvík, og best dámdi mær, tá ið Ognarbáturin hevði verið longst úti, tí við honum var pápi.”

Fischer Heinesen skrivaði fittu hugleiðingina: ”Er tað tann sama Thorshavn?” Hann sigur, at árini 1902-05 førdi Jákup Joensen á Eiðinum, mammubeiggi sín og faðir Robert Joensen, sluppina Thorshavn, áður Connisboro Castle. Elduvíks Jógvan var bestimaður, og hóast hann var heilt lítil smádrongur, sigur Fischer seg minnast sumt frá hesi tíðini. Hann segði:

”Thorshavn var dammskip, og eyðvitað var tað ein stórur stuttleiki at sleppa at liggja og hyggja niður í dammin, har altíð nakað av toski svam. Á tí aldri heldur óivað ein og hvør smádrongur, at tað er stuttligt at sleppa við pápa sínum, og serliga at sleppa umborð við honum.

Kokkurin bakaði pannukøkur og vendi tær í luftini, men tað, ið eg serliga minnist, er einaferð, Thorshavn var komin inn á Borðoyarvík. Tá høvdu teir hug at flenna at mær, tí eg vildi vita, um hetta var tann sama Thorshavn, sum plagdi vera á Vágni.

Uttan at bera í bøtuflaka fyri smádreinginum, tað var eg sjálvur, var spurningurin nú so tápuligur hjá einum lítlum dreingi í tí aldrinum? Menninir stuttleikaðu sær óført, men ikki er vist, at teir hildu spurningin vera so tápuligan.

Hvat er stórt, og hvat er lítið fyri smádreinginum? Í einum donskum barnasangi verður tikið soleiðis til: ”Verden er så stor så stor, Lasse Lasse lille.” Vissuliga havi eg roknað verðina at vera stóra, men mín verð, hvat ella hvar var hon?”

Forn sigling

Víkingar sigldu dúgliga um okkara leiðir. At teir funnu land, mundi vera av tilvild, men at teir megnaðu at halda regluligum samband uppi, er framvegis enn ein gáta. Íslendingasøgur vita um fornar siglivegleiðingar – ein er henda:

”Úr Hernum (Bergen) verður siglt í ein vestan til Hvarf (Hvarvið í Grønlandi). Siglt verður norðan fyri Hetland, soleiðis at oyggjarnar síggjast í góðum líkindum, sunnan fyri Føroyar, so sjógvurin stendur um hálvar líðirnar, og sunnan fyri Ísland, so at sjófuglur og hvalur haðani sæst.”

Grønlandsknørrurin sigldi nevndu farleið. Í 1368 var Alf, biskuppur við Hvalsoyar kirkju, við á ferðini vestur um hav. Árið eftir sakk Grønlandsknørrurin úti fyri norsku strondini, og annað far tykist ikki verða sett í sigling.

Støðan hjá norrønu niðursetufólkunum í Grønlandi var hættislig. Vesturbygdin var útdeyð, og skjótt var eisini øskukalt í Eysturbygdini. Síðsta lívstekin haðani er frá einum hjúnarbandi – júst í Hvalsoyar kirkju. Tað var í 1408.

Í Oslofjørðinum í Norra eru funnin trý víkingsaskip: Gokstadsskipið, Osebergsskipið og Tuneskipið. Í 1893 sigldu norðmenn við Viking, eftirgerð av Gokstadsskipinum, til Amerika. Onnur før hava eisini gjørt ferðina vestur. Eitt nú legði víkingaskipið Leif Eriksson í 1927 inn á Havnina ávegis til Amerika.

Sum vit nærkast 1500-talinum vóru framvegis mong, ið hildu jørðina vera flata, og at vandi var fyri at fara út av tromini, sigldu tey nóg langt. Rannsóknarfarar leitaðu eftir farleiðini til Asia við at sigla suður um Afrika. Kristoffur Kolumbus sigldi vestureftir. Hann hevur sostatt verið sannførdur um, at jørðin var rund.

Hetta var í 1492, at Kolumbus fór víðagitnu ferðina. Hann hugsaði, at sigldi hann nóg leingi, fór hann at enda at koma til India og alt ríkidømi tess. Og tá ið hann loksins sá land, helt hann seg vera komnan undir land í Asia. Men hetta var lítil oyggj í Karibia-havi í nýggja heimspartinum Amerika.

Úr Suðurspania setti hann kósina suður til Kanariuoyggjar og haðani í ein vestan, undan passatvindinum. Hann tók sólina á middegi og setti breiddina út í kortið. Hann hevði bara kumpassina at stýra eftir og kvadrant at taka sólhæddir við. Heim aftur sigldi hann fyrst norðuryvir at fáa undanvind. Síðan sigldi hann í beinan eystan, til fyrst Asoroyggjar og síðan Portugal risu úr kavi.

Vasco da Gama var fyrstur at finna India. Hann sigldi suður um Afrika og kom til India í 1498. Heim aftur legði hann ferðina um Asoroyggjar at fáa viðvind. Kolumbus hevði áður siglt suður til Guinea í Afrika og um Asoroyggjar á heimferðini. Tað man vera tí, at hann fyrst fór norðureftir á heimferðini úr Amerika.

Ferdinand Magellan var fyrstur at sigla jørðina rund. Í 1519 fór hann úr Sevilla í Spania við fimm skipum. Setti kós móti Suðuramerika, fann eina gjøgnumsigling har suðuri, Magellanstrætið, uppkallað eftir honum, og sigldi um stóra Kyrrahav. Magellan læt lív á Filipsoyggjum, men í 1522 fullførdi eitt av skipunum siglingina og kom aftur til Spania.

Nólsoyar Páll

Nólsoyar Páll sigldi um Atlantshav eftir somu meginreglum sum undangongumaðurin Kolumbus: vestur um hav har suðuri í landnyrðingspassatinum og eysturum aftur har norðuri í vesturættarbeltinum. Í einum brævi frá 1806 greiddi Nólsoyar Páll frá londum, hann sum skipari sigldi uppá. Sama ár skrivaði danskt tíðindablað, at Páll hevði verið skipari á amerikonskum og donskum skipum.

Vit ímynda okkum Nólsoyar Páll sigla úr Amerika til Evropa undan vestanættini; seta inn í Bretlandi, Fraklandi og Portugal; sigla suður móti Kanariuoyggjum og snara í ein vestan undan landnyrðingspassatinum; seta inn í Vesturindiskar oyggjar, sigla norður við amerikonsku strondini undan Golfstreyminum og seta inn í amerikanskar havnir. Siglingarumfarið hevur verið drúgt – eitt ár, kanska meir.

Poul Poulsen Nolsøe – Nólsoyar Páll – var føddur í 1766 í Nólsoy og vaks upp í eini tíð, tá ið Rybergs handil í Vágsbotni hevði latið dyrnar út í heim á glopp. Hann sá skip koma og fara, og útlongsul hevur helst tíðliga gjørt vart við seg. Tilkomin fór Nólsoyar Páll at sigla við Rybergs skipum og síðan við kongaliga handils skipum.

Í 1788 tók Páll stýrimansprógv í Keypmannahavn og fór út í heim ”at bróta sær ein veg og læra siðir at kenna hjá øðrum og størri fólkasløgum,” sum Jákup doktari á sinni tók til. Hann kom víða um, men lítið vita vit um lív hansara hesi árini. Søgurnar eru tó nógvar – summar trúligar, aðrar ævintýrkendar.

Søgan sigur, at Nólsoyar Páll í 1793 var staddur í Marseille í Fraklandi, tá ið franski kongurin Ludvík 16. var tikin av døgum. Hann skuldi eisini vera við bretskum herskipi, gjørdist sjúkur og endaði á sjúkrahúsi í London saman við einum norðmanni. Teir vildu ikki umborð aftur, tá ið teir vóru frískir aftur, og avgjørdu at flýggja. Hetta gekst alt væl; um náttina lestu teir seg niður eftir húsamúrinum og komu umborð í eitt skip, sum sigla skuldi til Amerika. Soleiðis sigst Nólsoyar Páll koma til Amerika.

Í 1798 er Páll aftur í Keypmannahavn. Kemur sama várið til Føroya sum stýrimaður á Charlotte, ið sigldi fyri handilin. Í 1798 er hann aftur í Føroyum, nú skipari á briggini Patriotisme. Ársdagin eftir, 12. sept. 1799, er hann aftur á Havnini, nú skipari á barkini Thetis, og í 1800 flytir hann heim til Føroya at búgva.

Hugtikin, sum hann tykist vera av frælsishugsjónum og -bardøgum úti í heimi, eggjaði Páll til nýhugsan og broytingar, nú hann var heimafturkomin. Hann mælti til at fáa skip, so at havfiskiskapur kundi verða natúrlig vinna, og at farmasiglingin smátt um smátt kom á føroyskar hendur aftur.

Burtur úr gomlum vrakum smíðaði hann saman við øðrum monnum Royndina fríðu á Fløtuni fríðu í Vági. Hon fór av bakkastokki 6. august 1804 og var smá 30 tons. Hetta er fyrsta deksfar, vit við vissu vita vera smíðað í Føroyum.

Við skipi sínum sigldi Páll nú farmasigling millum lond. Hetta vóru ófriðartíðir, kríggj var millum Danmarkar og Bretlands, og á einari av ferðunum varð Royndin tikin sum krígsfongur. Páll leitaði sær til London við kravi um at fáa nýtt skip. Hann fekk játtandi svar, men á ferðini til Føroya – hetta var á vetrardegi 1808-09 – gekk skipið burtur, og eingin spurdist aftur.

Forn farmafør

Jubelfesten er kendasta og drúgvasta skipið, ið sigldi til Føroya fyri kongaliga handilin. Í 1772 sæst hon ferma smáar nøgdir av klippfiski, saltfiski og saltsild frá handlinum í Vágsbotni til Danmarkar. Hetta var helst fyrstu ferð, at klippfiskur varð avskipaður úr Føroyum. Jubelfesten var smíðað í Keypmannahavn í 1749, hevði tríggjar mastrar og var um 150 tons. 24. august í 1810 skrivaði havnarmaðurin Claus Lund í dagbókina:

„Fyrrapartin kl. 10 kastaði trímastraða galiottin Jubelfesten við Bonitz skipara akker her á Havnini. Farið, ið áður var so ofta í Føroyum, hevur broytt rigning. Jubelfesten kemur úr Keypmannahavn, haðani hon fór tíðliga í juli við 1770 tunnum av byggkorni og øðrum. Á veg higar setti hon inn í Leith at taka bretskt siglingarloyvi, nú kríggið framvegis stendur við. Tá ið hon kastaði akker her á vágni, mundi hon farið upp á sandin, tí akkerstogið slitnaði, og teir vóru ov seinir at sleppa hinum akkerinum. Hon tók í botn, áðrenn hon tørnaði upp fyri akkerinum, men einki hendi. Seinast Jubelfesten var her, var á sumri 1797. Skipari tá var Jens Mariager.“

Á heysti 1831 fór V. U. Hammershaimb, seinni nevndur faðirin at skriftmálinum, til Danmarkar við Auroru í lestrarørindum. Í endurminningunum greiðir hann væl frá hesi ferðini, ið tók fýra mánaðir. Um Veturin lógu teir svínabundnir í norska skergarðinum.

Skipsfiskiskapurin fótar sær

1872 var árið, tá ið føroyskur skipsfiskiskapur fótaði sær av álvara. Hetta summarið fór lítla sluppin Fox til Íslands at fiska. Teir ankraðu upp á Seyðisfirði, royndu við bátum og komu aftur fullfermdir. Komandi árini vaks skipatalið í stórum. Fyrstu sluppirnar vóru smáar við einari mastur – tær vóru róptar langbummarar – men skjótt komu størri sluppir við tveimum mastrum.

Norðoyingar lógu tíðliga framvið. Í 1864 gjørdu teir 17 tonsaran Emmu Dortheu út til fiskiskap, síðan skonnartina Caprice við Jóannesi á Nesi sum skipara. Men hon fór so skjótt í farmasigling og kom ikki aftur á Klaksvík fyrr enn fimm ár seinni. Skonnartin Gylfe fór at fiska í 1869, men fiskiskapurin royndist ikki væl. Í 1878 varð skonnartin seld til Íslands.

Um 1910 kom loksins gongd á skipavøksturin í Klaksvík. Kjølbro varð stóri reiðarin. Hann keypti ofta skip saman við øðrum. Í 1913 keypti hann sluppina, Soli deo Gloria, saman við Dávi í Gerðum, bróðuri sínum. Hetta var fyrst skip hansara.

Klaksvíksluppirnar rundaðu slupptíðina av. Gudrun, Fimm systrar, Sigurfarið, Esther og Sæborg funnu sær eitt friðskjól uppi við Steinin á Norðurlandinum. Har var stórur og góður toskur. Sigurfarið gavst í 1970, Gudrun í 1974. Esther var drúgvasta av øllum. Tá ið hon fylti hundrað, vitjaði hon heimbýin Grimsby. Eftir at hava roynt í Íslandi í mong ár gjørdi hon «come back» undir Føroyum. Fiskaði upsa og kom javnan á Klaksvík fullfermd. Men fyrst í 1990-árunum var eisini hennara tíð komin at enda.

Grønlandsfiskiskapurin byrjar

Eftir at hava roynt í Grønlandi í 17 dagar kom norska fiskifarið Faustina á Havnina fult undir lúkurnar við saltfiski. Hetta var í 1924. Jens Pauli í Dali, sonur Jens í Dali í Havn, segði soleiðis:

«Eg var umborð og hugdi at fiskinum, og gjørdi eg tá av við meg sjálvan, at eg at ári skuldi skuldi fara til Grønlands, um eg fekk fær til tess. Eg tosaði so við pápa mín um at fáa Knørr at føra, og tað var leyst og liðugt alt í senn.»

Á summri 1925 løgdu trý skip vestur um hav, og væl gekst teimum. Tey vóru Vesthavet hjá N. J. Mortensen á Tvøroyri, Carlton hjá Jóan Jakku Jacobsen av Viðareiði – Jóan Jakku var skipari – og Knørrur hjá Jensi í Dali í Havn, ið sonurin Jens Pauli førdi.

Carlton kastaði á Lítla Hellufiskabanka um kvøldið. Loddið var ikki meir enn komið á botn, so tók kalvi. Næsti maður kom eisini upp við kalva. Tá ið teir góvust, høvdu teir átta toskar og tjúgu kalvar. Tá ið ein vika var farin, var veiðan 200 toskar. Fluttu norður á Fyllabank og komu í rokfiskiskap. Ein mánað seinni fóru teir at sigla heim. Lastin var full, 29000 fisk, góð 500 skippund, og so høvdu teir 30 tunnur av lakasaltaðum kalva. Teir vóru aftur á Klaksvík seinnapartin í august og høvdu ongantíð havt samband við land.

Í Eysturgrønlandi

Í 1959 fór útróðrarflotin hjá Kjølbro til Eysturgrønlands á royndarveiði. Farmaskipið Karin K hjá Kjølbro var móðurskip. Útróðrarbátarnir vóru Dragasund, Grunningur, Dragin, Eystnes, Eysturhøvdi, Havsbrún Ørvur og Nevið Reyða. Eisini vóru Glottin úr Klaksvík og Mathilda úr Leirvík. Farið varð avstað 8. august, ferðin yvir gekk væl, men nógvur ísur var hetta summarið.

Fiskað var við snøri og snellu, og tær løtur, roynandi var, var nógv at fáa. Men hetta summarið rýmdi ísurin ongantíð av fiskileiðunum í Eysturgrønlandi. Útróðrarbátar komu stundum fastir í ís, men sluppu tíbetur leysir aftur hvørja ferð. 6. oktober 1959 vóru teir aftur á Klaksvík við 170 tonsum av saltfiski.


Lýsing Lýs her...