Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Fyrrverandi forsetisráðharri setur Faroe Pride


Skrivað hevur LGBT 12.06.2017 - 09:43

Lýsing Lýs her...

Fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir og kona hennara, Jónína Leósdóttir, luttaka í ársins Pride skrúðgongu og seta árliga tiltakið, sum aftur í ár endar á Vaglinum. Umframt ókeypis konsert við Danny frá Danny & The Veetos, Heiðriki á Heygum, eini serligari Ælaboga kavalkadu o.ø., so verða Ársins Hinskynd heiðrað á pallinum eins og Ársins Róland og Ársins Miðlavirðislønin verða lætnar.

Fyri áttandu ferð, fer LGBT Føroyar, rørslan til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum, at hátíðarhalda ymiskleikan í Føroyum við árliga tiltakinum ”Faroe Pride”.

Síðstu árini hevur tiltakið drigið ymisk navnafram føroysk og útlendsk fólk til sín. Eitt nú Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavn, Jón Gnarr, fyrrverandi borgarstjóri í Reykjavík, Marjum Bæk, prestur og fyrrverandi amerikanski sendiharrin, Rufus Gifford og maður hansara.

Í ár hava fyrrverandi forsætisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónína Leósdóttir, játtað at luttaka og seta ársins Faroe Pride. Umframt at vera fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Íslandi, so var hon eisini fyrsti opni samkyndi landsleiðarin í heiminum. Hetta er fyrstu ferð, at fyrrverandi forsetisráðharraparið vitjar aftur í Føroyum, eftir nógv umrøddu almennu Føroyavitjanina í 2010.

Skrúðgonga og ókeypis konsert

Faroe Pride skrúðgongan byrjar 27. juli kl. 16.00. Eins og undanfarin ár, fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er veruliga at seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætlað LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

Byrjað verður við Tórsvøll kl. 16.00, har skelti, fløgg, ballónir og annað litfagurt tilfar verður deilt út til luttakararnar. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har endað verður mitt á Vaglinum. Har verður skipað fyri stórari ókeypis konsert og familjuvinarligum undirhaldi.

Tey luttakandi á ársins Pride konsert verða: Danny frá Danny & The Veetos, Heiðrikur á Heygum og aðrir tónleikarar, ið verða kunngjørdir seinni. Harumframt verður ein serlig Ælaboga kavalkada, sum er myndað av ymiskum føroyskum tónleikarum við Kára Jacobsen á odda, á skránni. Hesir fara at framføra nøkur klassisk føroysk LGBT-vinarlig løg, so sum Ymisk, Kærleiksblús, At vera til og onnur.

Ársins Hinskynd verða somuleiðis heiðrað á pallinum, eins og Ársins Róland og Ársins Miðlavirðisløn verða lætnar.

Stóra tivoliøkið hjá Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð letur somuleiðis upp í samband við Pride og er opið til á miðnátt.

FIMFF sýnir film í Perluni

Faroe Islands’ International Minority Film Festival (FIMFF) er ein nýggjur pallur at skapa kjak og samfelagsbroytingar umvegis film og list. Kjak og spurningar, ið hava ávirkan á LGB+ og QTPOC (queer, trans and people of colour) persónar. Festivalurin verður hildin fyrstu ferð í Tórshavn tann 7. 10. september 2017.

Í samband við Pride og fyri at varpa ljós á komandi filmfestivalin, fara FIMFF og LGBT Føroyar í felag at vísa ein nýggjan dokumentarfilm 24. juli, kl. 19.00 í Perluni. Talan er um dokumentarfilmin Political Animals, ið snýr seg um fýra amerikanskar kvinnuligar politikarar, ið hava staðið á odda fyri at fáa hjúnabandslógina broytta í USA. Aftaná sýningina verður prát við fýra føroyskar kvinnuligar politkarar, sum hava gjørt tað saman í Føroyum.

Fagna endaliga broyttu hjúnabandslógini

Túsundtals føroyingar hava undanfarin ár luttikið á Faroe Pride. Hesi fólk hava kravt javnrættindi fyri allar føroyingar, og eitt nú at føroyska hjúnabandslógin verður dagførd. Eftir tógvið stríð samtykti meirilutin í løgtinginum í ár endaliga at javnseta samkynd við hinskynd í føroysku hjúnabandslógini. Hesin sigur verður m.a. fagnaður við ársins Pride.

Men bardagin fyri fullum javnrættindum í Føroyum er tó langt frá komin á mál. Enn eru nógvir bardagar at berjast og mismunir at vísa á. LGBT Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja einar fjølbroyttari, rúmligari og javnrættari Føroyar, um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2017 til gaman og til álvara.

Lýsing Lýs her...