Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Gerðamenn í grind í Havn


Skrivað hevur John William Joensen 19.06.2017 - 09:01

Lýsing Lýs her...

Øssur Winthereig, skrivar umvegis Facebook, at næstformaðurin í Sambandsflokkinum forðaði fyri ”villum ruðuleika í grindini í Havn leygarnáttina

Magni Laksafoss forðaði villum ruðuleika í grindini í Havn.

Leygarnáttina var lítið skil á, tá grindin skuldi skiftast. Einir 15 bátar vóru lopnir um - okkara var millum teirra. Vit vórðu róptir inn á skrivstovuna hjá Magn, og langt um leingi fann sýslumaðurin einar 10 hvalir til hesar 15 bátarnar - og tað var flott. Men sýslumaðurin ætlaði klokkan 01.30 at senda einar 60 mans út í oysandi regnið við einum pappírsseðli við orðunum:
"So finna tit út av hesum sjálvir!"

Tað hevði verið óðamannaverk, men tí betur vóru menn siðiligir og gjørdu vart við, at tað bar ikki til. Har mátti okkurt býti gerast fyrst.

Sýslumaðurin svaraði: "So skulu vit standa her alla náttina!"

Tá fór Magni Laksáfoss stillisliga yvir til skrivarborðið og spottaði einsamalla seðilin við sínum matematiska heila, tók roknimaskinuna fram, og eftir 10-15 minuttum var skift millum teir 15 umlopnu bátarnar og teir kanska 60 mennirnar.

Antin áttu sýslumennirnir at fingið til vega nýggjari tøkni ella biðið Magna Laksáfoss um hjálp.

Magni Laksáfoss forðaði einum álvarsligari ruðuleika enn longu var.

Lýsing Lýs her...