Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Greiður sigur til VÍF


Skrivað hevur Oliver Joensen 12.11.2017 - 18:43

Lýsing Lýs her...


Tað var ongantíð nakar ivi, hvat betra liðið var, tá Stjørnan í dag tók móti VÍF

Stjørnan var val við fyrstu fimtan minuttirnar, tá var støðan 6-9 til VÍF. Men so kom stígur í hjá Stjørnuni, tað gingu tólv minuttir, til tær skorðaðu aftur. Hesa løtuna hevði VÍF økt um leiðsluna til 13-6. Tað skal tó viðmerkjast, at stjørnuleikarnir vóru sera óheppin við skotroyndunum, tær høvdu fleiri skot á stengurnar. Hálvleiksstøðan var 16-9 til VÍF.

Tað var ein dyggur smeitur fyri Stjørnuna, at Tóra mátti av vøllinum tíðliga í seinna hálvleiki. Sum seinni hálvleikur gekk, økti VÍF støðugt um leiðsluna. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur til VÍF uppá 34-21.

Mikukvøldið hava stjørnuleikarnir møguleika at reisa seg aftur, tá tær skulu út á Skála at leika móti StÌF.

Lýsing Lýs her...