Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði

Hanus Hansen, reiðari

Heimaflotin harðast raktur


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Guðni T. Jóhannesson forseti á vitjan á Bakkafrost


Skrivað hevur Oliver Joensen 18.05.2017 - 17:53

Lýsing Lýs her...

 Vitjanin hjá íslendsku forsetahjúnunum hevur helst gjørt ikki sørt ávirkan á tey bæði, tí valla høvdu tey væntað at síggja eitt so framkomið virki í Føroyum. Regin á Bakka greiddi frá virkinum, stødd og kappingarføri og ikki minst mundu orð hansara um sera góðu aliumstøðurnar í Føroyum vera nakað tey hava lagt sær í geyma. 

Bara fyri fáum døgum er umsitingin hjá Bakkafrost flutt í nýggju hølini. Her eru møguleikar fyri at ganga ígjøgnum og síggja allar produktiónsprosessuna við egnum eygum tó uttan at fara inn í sjálvi framleiðsluhølini. Nýggju umsitingarhølini eru eisini partur av framleiðsluhúsinum og ein gongd er bygd í gjøgnum øll framleiðsluhølini, soleiðis at ein uttan at koma í samband við framleiðsluna, kann síggja hvussu hendan fer fram.

Tá Regin á Bakka hevði ført forsetahjúnini, saman við løgmanni og borgarstjóranum í Runavík og einum langum hala afturat ígjøgnum alla produktiónina og greitt frá, var komið til eitt sera fjøltáttað laksaborð, sum Poul Rustin saman við hjálparfólki sínum hevði fyrireikað. Guðni og Elisa fingu hvør sína gávu frá Bakkafrost til minnis um vitjanina.

Eftir hetta fór alt fylgið umborð á Brimil og tað var eingin minni enn Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, ið loysti endan.

Nakrar myndir frá Bakkafrost:

Lýsing Lýs her...