Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen


Skrivað hevur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður 17.10.2017 - 16:28

Lýsing Lýs her...

Tað er hugstoytt at lesa tær ákærur, sum Eivind Jacobsen alment førir fram ímóti undirritaða, men samstundis kennist tað gott fyri meg, at eg greitt kann afturvísa tað, sum ført verður fram ímóti mær – tí hesar reglur

Tá ið eg hevði lisið hampuliga drúgvu greinina hjá Eivind Jacobsen av Strondum, sum er ein rættiliga einsíðugur kritikkur av undirritaða, kom mær í huga orðafellið “at goyggja upp ímóti tí skeiva trænum”, tí tað fyrikemur mær, at tað er júst tað, sum strandingurin í hesum føri ger.

Og tað er ikki smávegis skaða, hesin maður heldur, at eg geri fyri mín heimstað og Klaksvíkar kommunu. Eitt nú skrivar hann, at eg havi serliga góð evnir at vera ógreiður, eg eri passivur, eg geri ikki mína ávirkan galdandi, eg stuðli landsstýrissamgonguni, eg skaði míni egnu, eg skilji ikki álvaran, og ja, hann heldur enntá uppá, at eg stuðli uppundir ætlaðu broytingarnar á fiskivinnuøkinum.

Fyri at siga sum er, so munnu tað vera fá ting her í verðini, sum eru longri frá veruleikanum, enn júst hesar omanfyri nevndu ákærur.

Tað er nú einaferð soleiðis í veruligum politikki, at tað ikki altíð loysir seg best at buldra í miðlunum ímóti málum, sum ein ikki tekur undir við, men heldur at arbeiða seriøst har, sum ein fólkavaldur eigur at arbeiða, nevniliga millum hini fólkavaldu, og hevði Eivind Jacobsen havt kunnleika til tað, sum hann nú alment ger seg klókan uppá, so visti hann, at um nakar hevur arbeitt hart og miðvíst ímóti fyriliggjandi fiskivinnunýskipan, so er tað undirritaði. Eg enntá sleit samsongusamráðingarnar við núsitandi landsstýrissamgongu upp á júst fiskivinnunýskipanina. Men, hvat eg sum tingmaður geri í mínum tingarbeiði, tað kann ein persónur sum Eivind Jacobsen sjálvandi ikki vita, og tí gitir maðurin, og tað er rættiliga álvarsamt, tí sum orðatakið sigur: “Hann, ið gitir, hann lýgur”.

Eg fari í hesum umfari ikki at brúka fleiri orð uppá at greiða frá teimum avrikum, eg sum fólkavaldur higartil havi nátt, tí mær dámar betur at lata úrslitini tala fyri seg sjálv.

Jú, víst skilur undirritaði álvaran í tí fiskivinnunýskipan, sum sitandi landsstýrissamgonga hevur í hyggju at seta í verk, og júst tí arbeiði eg hvønn dag við fullari megi uppá at ávirka hesa tilgongd til besta fyri bæði Klaksvíkar kommuna og alt Føroya land.

Hvussu eg sum borgarstjóri og tingmaður arbeiði við hesum og øðrum álvarsmálum, kann ein og hvør sjálvandi hava sína meining um, men eg kann vissa Eivind Jacobsen um, at eg havi ikki ringa samvitsku, tí eg havi og fari framhaldandi at gera mítt ítarsta – lat ongan iva vera um tað – og tær semjur, eg higartil havi valt at gera, hava gagnað øllum landinum og tryggjað, at íløgur og virksemi ikki bara eru í Tórshavn ella Klaksvík, men kring alt landið.


Lýsing Lýs her...