Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Harra formaður, nær loysa vit?


Skrivað hevur Jóhann Lützen 13.09.2017 - 09:28

Lýsing Lýs her...

Loysingarfólk eru sambandsfólk. Men fyrst vilja loysingarfólk loysa. Síðani kann samstarvast við øll - á jøvnum føti. Tað ber ikki til at vera isolationistur í einum globaliseraðum heimi

Á Oyggjaleikunum á Gotlandi fyrr í summar var hjartanemandi at síggja, hvussu væl Føroyar stóðu seg millum javnlíkar sínar. Við 87 heiðursmerkjum og bert einum oyggjalandi frammanfyri okkum gjørdu okkara ítróttarfólk enn einaferð tjóðina stolta og prógvaðu, at vit als onga orsøk hava at smæðast í altjóða høpi. Okkara framúrskarandi U21-landslið í hondbólti vakti altjóða ans við teirra ótroyttiliga treysti og vilja, sum góvu so flott úrslit. Og við sigri á Andorra hevur A-landsliðið sett met í stigum til eina altjóða undankapping í fótbólti.

At gera Føroyar til ein altjóða leikara í ítróttarhøpi hevur verið ein drúgv tilgongd, ið hevur tikið nógv ár. Men miðvísa arbeiðið ber frukt, og tær heysta vit, samstundis. Munandi meira striltið sær út til at ganga í politikkinum.

Í morgin, tann 14. september, fyllir fólkaatkvøðan í 1946 sjeytieitt ár, og komandi ár fyllir Tjóðveldisflokkurin 70 ár. Hetta eru 70 ár uttan loysing. Komandi ár hevur verandi formaður eisini staðið á odda fyri flokkinum í 20 ár, men har verulig ferð var á loysingartilgongdini fyrstu formansárini, verður nú koyrt í lægri geari.

Fjúrtanda september fyrraárið komu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Framsókn í samgongu, men málsøkjabýtið var ikki so hugaligt fyri ein loysingarmann. Einasti samríkjaflokkurin í samgonguni fekk stjórnarskipanina, og at hendan ongan skund hevur havt fyri Javnaðarflokkin, gongur sjón fyri søgn. Málið er útsett ferð eftir ferð, tó at hon nú hevur verið til hoyringar, og nú er fráboðað, at Løgtingið skal hava samtykt hana 25. oktober.

Plans are useless, but planning is essential – nakað soleiðis skal amerikanski herovastin og seinni eisini forseti USA, Dwight D. Eisenhower hava sagt.

Í Føroyum hava vit undarliga politiska fenomeni nevnt samgonguskjal. Í tíðarneyð og undir sera stórum trýtsti innan- og uttanflokka, úr ætlaðu samgongu og andstøðu, umframt fjølmiðlum og áhugabólkum annars, verður eitt samgonguskal orða, sum fungerar sum politiska bíblian komandi fýra árini. Alt sum stendur í har má fylgjast til punkt og prikke. Eitt samgonguskjal er eitt statiskt skjal, sum er orða í tí samanhanginum, júst tá. Fyritreytirnar at stýra Føroyum eru munandi broyttar síðan. Fíggjarligu vánirnar hava ongantið verið betur, og tí eiga vit at laga okkum eftir umstøðunum og virka hareftir.

Fyrr er víst á, at tað liggur nógv meira loysing í at hølva milliónir av blokkinum enn at stríðast við at fáa eina stjórnarskipan samtykta, tí ein stjórnarskipan kann einans eydnast væl, um hon er samtykt av øllum flokkum. Valskeiðið er hálvrunnnið og retorikkurin á løgtingi, er longu farin at bera brá av, at tinglimir rigga til komandi løgtingsval. Andstøðan hevur kolldømt stjórnarskipanina og tí tykist hendan kósin ein blindgøta.

Lagaliga løtan er nú. Fyri fyrstu ferð síðani fullveldissamgonguna er meira enn ein einstakur loysingarflokkur í samgongu, og um ikki meira spyrst burturúr á loysingarkós seinnu helvtina av valskeiðnum, kann ganga drúgv tíð, áðrenn høvi býðst aftur.

Lýsing Lýs her...