Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



HB eigur tríggjar av fimm bestu málskjúttunum í toppdystunum


Skrivað hevur Jákup Ósá 22.09.2017 - 22:09

Lýsing Lýs her...

Av fimm leikarum, sum hava skorað fýra ella fleiri mál í innanhýsis dystum millum topp 5 liðini eigur HB tríggjar.


Tað er sjálvsagt eitt sindur ójavnt, hvussu nógvar dystir og minuttir leikararnir hava leikt, men Adeshina Lawal úr Víkingi er leikarin, sum hevur skorað flest mál í innanhýsis dystum millum topp 5 liðini. Men mótstøðuliðið hjá KÍ sunnudagin hevur fleiri leikarar, sum eru góðir at skora í toppdystum. Tí av teimum fimm leikarum eru tríggir úr HB, sum hava skorað fýra ella fleiri mál í innanhýsis topp 5 dystum. Harav hava serliga Øssur Dalbúð og Aleksandar Stankov spælt nógv færri minuttir og dystir enn flestu av hinum leikarunum í deildini.


Topp 5 listi yvir mál í innanhýsis dystum millum topp 5 liðini:

1. Adeshina Lawal (Víkingur) 6 mál (1 brotsspark)

2. Sebastian Pingel (HB)  5 mál

3. Klæmint A. Olsen (NSÍ) 5 mál (1 brotsspark)

4. Øssur Dalbúð (HB) 4 mál

5. Aleksandar Stankov (HB) 4 mál (2 brotsspørk)

Lýsing Lýs her...