Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



HB og B36 best umboðað á U17 landsliðnum


Skrivað hevur Jákup Ósá 12.09.2017 - 18:34

Lýsing Lýs her...

Telja vit leikararnar, sum spæla uttanlands, við til uppruna feløgini, so hava HB og B36 flestar leikarar á U17 landsliðnum. KÍ hevur tríggjar, um vit telja Gulak Andrias Jacobsen frá SønderjyskE uppí. 


Fsf.fo skrivar soleiðis:

- Vit fara til Finnland í trúnni á, at vit kunnu yvirraska. Stórt bjartskygni er í hópinum, og spælararnir trúgva veruliga uppá, at tað ber til, sigur Thomas Thinggaard, venjari.

Í døgunum 25. september til 4. oktober fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til Finnland, har liðið skal taka lut í fyrsta innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini. Hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú er greitt, hvørjir teir 18 verða, ið skulu umboða Føroyar.

Hópurin
Áki Hentze, Andrass Johansen og Pætur Eliasen, B36.
Bárður Ó. Jensen, B68.
Símun Sólheim, Brøndby IF (DEN).
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN).
Bjarti Vitalis Mørk, Leivur F. Guttesen, Regin í Geil Jacobsen og Sveinur Lava Olsen, HB.
Jóhann Hansson Joensen og Sámal Jákup Jóhannusarson, Hvidovre IF (DEN).
Óli Eyðsteinsson Poulsen og Olaf K. Hansen, KÍ.
Meinhard Debes Geyti, NSÍ.
Peter Bergmann Hansen, OB Odense (DEN).
Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DEN).
Elias El Moustage, AaB Ålborg (DEN).

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Ísland og Russland eisini við í kappingini, og sambært føroyska venjaranum, so eru russar favorittar.

- Fyrr í ár, tá NM var í Íslandi, møttu vit ímóti Finnlandi, so teir kenna vit væl. Ísland og Russland havi eg sæð eitt sindur til á video, og tað eru tvey góð lið. Men vit trúgva avgjørt uppá okkara møguleika, sigur Thomas Thinggaard, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Skráin

27. september Russland - Føroyar

30. september Ísland - Føroyar

3. oktober Føroyar - Finnland

Allir dystirnir verða klokkan 11:00, føroyska tíð.


Mynd: Josva Thomsen

Lýsing Lýs her...