Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Heimaflotin harðast raktur


Skrivað hevur Hanus Hansen, reiðari 08.06.2017 - 13:00

Lýsing Lýs her...

Heimaflotin, sum frammanundan er ringast fyri, kemur katastrofalt illa  burtur úr fiskivinnunýskipanini

Sum eg fyrr havi nevnt, hevur fiskivinnunýskipanin við sær, at JFK missir umleið 30 % av sínum rættindum í Barentshavinum.

Hetta fer sjálvandi at hava við sær, at tað verður munandi tyngri at stuðla upp undir alt annað virksemi, sum vit eru partur av her í Norðoyggjum.

Vit, sum búgva í Norðoyggjum, vita, at virksemið á Kósa-virkinum, sum varð bygt í 1965, altíð hevur verið tætt knýtt at fiskiskapinum á fjarleiðum, og er tað framvegis.

Sum steinur oman á byrðu, kemur fiskivinnunýskipanin sera illa við hjá heimaflotanum, og hetta ávirkar sjálvandi virksemið á landi.

 

Uppboðssøla fyri heimaflotan

Uppskotið leggur upp til, at veiða oman fyri ávísa nøgd skal á uppboðssølu. Mørkini eru:

-        Toskur: 10.000 tons

-        Hýsa: 5.000 tons

-        Upsi: 40.000 tons

Fyri tosk og hýsu er hetta ávikavist umleið 35-45 % av miðalveiðuni seinastu nógvu árini, tvs at hámarkið er alt ov lágt eftir okkara tykki.

 

Miðalveiðan av toski hevur verið umleið 22.000 tons og av hýsu umleið 15.000 tons. Einki átti at farið á uppboðssølu, fyrr enn hesi mørkini vóru nádd.

Ásetingin av upsanum er áleið við miðalveiðuna, men kundi kanska verið eitt sindur hægri

Sum uppskotið nú er orðað, verður alt omanfyri nevndu mørk selt á uppboðssølu so hvørt kvoturnar fara at vaksa aftur upp ímóti miðalveiðuni.

 

Tann automatiska niðurlaðingin, sum er inni í uppskotinum ger, at tað sum fyrst er farið á uppboðssølu einaferð, kemur ikki aftur til verandi skip, men verður framhaldandi selt, eisini tá kvoturnar seinni fara at minka. Hendan skipanin fer at hava við sær at tað einasta sum er sikkurt er, at skipini yvir tíð missa øll verandi rættindi.

  

Frá fiskidagaskipan til kvotaskipan

Ein annar táttur í nýggju skipanini er at fara frá fiskidøgum til kvotur. Fiskidagaskipanin hevur verið galdandi í 21 ár, og eg havi enn ikki hitt ein skipara, sum ynskir kvotuskipan í staðin fyri fiskidagaskipan.

 

Umrokningin frá døgum til kvotu er eisini púra burturvið og heilt óskiljandi. Tann einasti rímuligi hátturin at umrokna eftir, hevði verið at býtt samlaðu tonsini við samlaða talinum av døgunum. Alt annað er næstan at samanlíkna við at lóggeva afturvirkandi, tí farið verður fimm ár aftur í tíðina í sambandi við umrokningina til eina heilt nýggja skipan, sum eingin framman undan hevur kunnað roknað við.

 

Í uppskotinum verða teir dagar, sum skipini eiga, vektaðir við 25 %, meðan fiskiskapurin seinastu fimm árini við Føroyar verður vektaður við 75 %. Hetta ger, at teir, sum hava útvegað sær dagar fyri at framtíðartryggja sítt virksemi, verða revsaðir alt ov hart. Nógvir av teimum, sum hava havt nógvar dagar, hava har afturat latið dagar til aðrar at fiska. Hetta rakar dupult, tí teir, sum hava lænt dagar, fáa 75 % av fiskiskapinum í sín part, meðan teir sum læntu út bert fáa 25 % í sín kvotapart.

 

Ein annar stórur trupulleiki er, at tey skip, sum sjálvi hava útvegað sær rættindi, eitt nú í Grønlandi frá grønlenskum feløgum, verða nú revsað, tí tey ikki fáa rættindi undir Føroyum, orsakað av at skipini ikki hava fiskað undir Føroyum. Sum dømi kunnu nevnast Kambur, Klakkur, Ågot, Sandshavið og Eivind. Hesi skip hava við at útvega sær egin rættindi aðrastaðni, kanska verið frægast til at minka trýstið á grunnarnar undir Føroyum, og verða nú revsaði.

 

Um kvoturnar fyri árið 2018 verða settar til tað sama, sum varð fiskað í 2016, merkir hetta eina afturgongd upp á umleið 700 tons í mun til tað, sum skipini, sum eru knýtt at Kósini, fiskaðu í 2016. Sí talvuna niðanfyri. Stórsta minkingin er í uppsanum, sum er umleið 600 tons, meðan toskurin minkar umleið 140 tons. Svartkalvin veksur eitt sindur, men hetta er fiskur, sum undanfarin ár ikki er viðgjørdur á Kósini.

 


 

Niðanfyri er talva uppsett fyri skipini, sum eru knýtt at Kósini:

 

 

 

Fiskaslag

Munur

Toskur

-144

Hýsa

-16

Upsi

-605

Kongafiskur

20

Longa

-19

Brosma

3

Havtaska

0

Svartkalvi

65

 

 

 

-696

 

  


Tað er ymist hvussu uppskotið rakar einstøku skipini – alt eftir hvar tey hava fiskað. Sum dømi kann nevnast Pison:

 

Pison

 

Fiskaslag

2018

2016

Munur

Toskur

55

116

-61

Hýsa

36

74

-38

Upsi

6

13

-7

Kongafiskur

1

2

-1

Longa

123

205

-82

Brosma

44

64

-20

Havtaska

1

1

0

Svartkalvi

18

52

-34

 

 

 

 

 

284

527

-243

 

 

 

 

 

Pison er skip, sum varð keypt í desember 2016 av Eyðsteini Sørensen og fleiri. Hesir eiga meirlutan av felagnum, og Kósin eigur minna partin. Endamálið hjá Eyðsteini og teimum var at gerast partur av føroysku fiskivinnuni, men hetta sær út til at blíva ein stokkut gleði, tí uppskotið setur teimum forðingar fyri hesum.

Við nevnda grundarlagið, minkar kvotan hjá Pison við 46% - frá 527 tonsum til 284 tons. 

Eg fari at heita á Vinnunevndina at broyta uppskotið til ikki at fara frá døgum til kvotur. Um farið verður til kvotur, eigur umrokningin bert at taka hædd fyri fiskidøgunum. Tað er tann skipan, sum hevur verið galdandi og sum menn hava kunnað roknað við frammanundan.

Øll, sum hava fylgt við kjakinum um fiskivinnunýskipanina, og sum hava lisið okkurt av tí, sum eg havi roynt at ført fram, vita at eg eri imóti uppboðssølu av rættindum. Við uppboðssøluni verður fiskivinnan sett munandi verri enn aðrar vinnur, og tað fer at hava við sær minni inntøkur til landskassan. Hví tað er so, havi eg fyrr roynt at greitt frá í einum brævi beinleiðis til løgtingsfólk. Hetta brævið kann lesast á heimasíðu okkrara, Jfk.fo.

Tí vónaði eg, tá løgtingsfólk fóru suður á Seglhúsloftið at samráðast um eina endaliga loysn, at hendan fór at verða fyri allan flotan, men so varð ikki.

Tann parturin av flotanum – heimaflotin -, sum var og er ringast fyri, fekk ongar fyrimunir burturúr tí semju, sum varð gjørd, meðan uppisjóvarflotin fekk í posa og sekk.

Tí er tað eisini mín áheitan til vinnunevndina og Løgtingið, at lata heimaflotan og restina av flotanum fáa somu sømdur sum uppisjóvarflotin fekk á Seglhúsloftinum, tvs. at sleppa automatisku niðurreguleringini og at lata útgangsstøðið á uppboðssøluni verða munandi hægri og í minsta lagi áleið miðalveiðuna seinastu árini.

 

Klaksvík, hin 7. juni 2017

Hanus Hansen

Lýsing Lýs her...