Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Her spæla NSÍ og B36 sínar heimadystir


Skrivað hevur Jákup Ósá 19.05.2017 - 21:17

Lýsing Lýs her...

NSÍ og B36 hava tikið avgerð um, hvar tey spæla sínar heimadystir.


Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at bæði KÍ og Víkingur fara at hava nýggjan heimavøll í Europa kappingum í mun til, hvar tey vanliga hava spælt. KÍ hevur skift Svangaskarð út við ovara vøll í Gundadali, meðan Víkingur hevur skift Svangaskarð út við Tórsvøll.

Men NSÍ og B36 fara at spæla á sama stað sum í fjør. B36 spælir á ovara vølli í Gundadali, har liðið eisini hevur sín vanliga heimavøll, meðan NSÍ spælir á Svangaskarði. Arnfinn Langgaard er formaður í NSÍ og hann sigur, at tað er upplagt at spæla á Svangaskarði.

- Leikvøllurin á Svangaskarði liggur beint við okkara økið. Vit hava næstan altíð spælt á Svangaskarði og okkum dámar væl har, so tað er mest upplagt hjá okkum at spæla á Svangaskarði í ár, sigur Arnfinn Langgaard við Norðlýsið.

Lýsing Lýs her...