Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Hjartalag Guds


Skrivað hevur Ragnar Ludvig 17.06.2017 - 16:17

Lýsing Lýs her...

Í gjárkvøldið las eg úr barnabíbliuni, kendi eg á mær, at Jesus rørdi við mítt hjarta á ein serligan hátt. Tað varð reglubrotið, ið snúði seg um myrkrið, sum legðist yvir Jesus á krossinum og alla jørðina, ið setti tankarnar í gongd. Hetta var fyrstu og einastu ferð, at Gud vendi sær burtur frá Syni sínum. Tí øll heimsins synd var løgd á Hann á Golgata. Tað var myrkrið og syndin í mínum lívi, sum Jesus so dyggiliga vann sigur á

Tá børnini vóru løgst, gav eg mær stundir til at lesa úr bókanna bók. Orð Guds gevur lesaranum innlit í myrkrið, sum kom yvir alt landið, og vardi í tríggjar tímar. Men eg steðgaði við eitt ørindi, har Jesus í síni sálarkvøl rópti við harðari rødd:

"Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?"

Talan er um mítt persónliga neyðarróp, sum Harri og frelsari mín rópti í míni syndaneyð. Her endurgevur Harrin sálm 22, 2 í mítt rúm og stað. Tað er ómøguligt hjá mær, at skilja vavi av líðingum Kristusar hesir síðstu og tungu tímarnar í endanum í syndafría lívi Hansara. Men á hendan hátt uppfyllir Harrin alt Gamla Testamenti, nakað sum bleiv ein undurfullur veruleiki – beint áðrenn síðsta andadrátt Hansara. "Tað er fullgjørt” rópti Hann. Halleluja!

Mín høgt elskaði Jesus fór ígjøgnum hina endaligu ræðsluna í míni fortaptu sál. Mín kæri frelsari upplivdi nakað so ræðuligt, sum at verða uppgivin av Gudi, vegna míni misbrot. Hann var fullkomiliga einsamallur í hesi ræðsluslignu støðuni. Jesus, sum kendi ikki synd, gjørdi Gud til synd fyri meg. Tað var Jesus, sum veruliga upplivdi marruna í míni sál, at verða pínd og plágað í Helviti.

Triðja Mósubók 16, 21 – 22 lýsir eina sterka mynd av Kristusi, tá hann í Síni reinu sál kendi mítt persónliga vónloysi, um at blíva frelstur burturúr míni deyðiligu synd. Skrivað stendur soleiðis um syndabukkin:

“Áron skal leggja báðar hendur á høvd hins livandi buks (t.e. geitarbukkur) og játta yvir honum allar misgerðir Ísraelsmanna og øll lógbrot teirra - allar syndir teirra; hann skal leggja tað á høvd buksins og síðani lata mann - sum stendur til reiðar til hetta - sleppa honum út í oyðimørkina. Bukkurin skal tá bera allar misgerðir teirra út í oyðið land; bukkurin skal verða sleptur út í oyðimørkina.”

Langt, langt burtur frá menniskjum og sínum egnu, varð syndabukkurin uppgivin at verða týndur í einsemi, uttan vón. Ikki somikið sum ein dropa av vatni ella eitt grasstrá varð givið honum. Fyrilagstur og skildur var hann frá øllum. Doyggjandi og gremjandi við síni gráturødd í øtiligari tøgn, uttan aftursvar.

Soleiðis var tað eisini við líðing og pínslu Kristusar fyri mína syndigu sál. Øll trongdin í hesi gudleysu verð floymdi yvir sál Jesusar í Getsemane, tá Jesus av álvara byrjaði ferð sína ímóti signaða Golgata. Sjálvt hæddarpunktið í líðing Jesusar á Golgata - hendi uttan iva í tí løtu, tá heimsins synd hoknaði yvir Hann á krossinum. Jesus doyði fyri meg og tók ta revsing, sum eg hevði uppibornað.

Á hendan hátt vísti Gud kærleika Sín til mín við, at Kristus doyði fyri meg, meðan eg enn var syndari. Takk og lov!

Kærar heilsur

Ragnar Ludvig

Lýsing Lýs her...