Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Høgni Hoydal setir Føroya Sjómannadag


Skrivað hevur John William Joensen 19.08.2017 - 05:18

Lýsing Lýs her...

Dagurin byrjar longu kl. 9 við at Føroysk træselgskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl. Kl. 10:30 verður Merkið vundið á Stong úti í gomlu Klaksvíkini og tjóðsangurin sungin. So er klárt at fara til stóra kaffiborðið á brygguni og samstundis bjóðar borgarstjórin, Jógvan Skorheim vælkomin og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum setir Føroya Sjómannadag. Fyrsta tiltakið á skránni er at landsstýrismaðurin handar bestu bátum og skipum í 2016 heiðurstekin og síðani fer ein umfatandi skrá av bakkastokki.

Soleiðis byrjar ársins Sjómannadagur:

09.00

Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.

10.00

Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við langu-kaj. Westward Ho, Dragin, Norðlýsið og Thorshavn.

10.30

Merkið vundið á stong

Umboð fyri manning, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merki í húnar hátt meðan Tjóðsangurin verður sungin.

Tá tjóðsangurin er sungin er borðreitt við Kaffi, Te, Kakkao, Sjómannabolla og vinarbreyði á bryggjuni.

10.45

Jógvan Skorheim,

borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Høgni Hoydal,

landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki.

Skipalista-Kvissin. Undankapping til stóru finaluna í spurnar kappingini hjá Skipalistanum, sum verður á stóra pallinum kl. 15:30.

Sí skrá

Lýsing Lýs her...