Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Hósdagurin á G!: Tann størsti nakrantíð - 5000 hava leitað sær til Gøtu


Skrivað hevur Oliver Joensen 15.07.2017 - 09:23

Lýsing Lýs her...


Fyriskiparirnar kunnu gleðiliga staðfesta, at hósdagurin var tann størsti nakrantíð

Dagarnar uppundir G! Festivalin hevur leiðslan hildið ondina sum vant. Men í morgun var tað sum, at andadrátturin var vanligur aftur.

Tí hóskvøldið var veruliga væleydnað, siga fyriskiparirnir

"Eg tori næstan at staðfesta, at hósdagurin var hin størsti í søguni hjá G!", sigur Sigvør Laksá, stjóri hjá G! Festival.

Fleiri túsund fólk í Gøtu

Longu hósdagin var sandurin í Syðrugøtu, tá heimskenda danska poppstjørnan MØ, framførdi.

5000 fólk hava leitað sær til Gøtu, og tað sum sagt methøgt tal av vitjandi fyri ein hósdag á G! Festival.

Fyrr í vikuni varð skráin umtalað sum "tann besta nakrantíð", tá Uni Leitisstein Hansen vitjaði í útvarpssendingini Summarmorgun hjá Kringvarpi Føroya. Og tað er júst har, vit finna orsøkina til, at so væl varð vitjað í gjár.

"Vit hava arbeitt upp á hesa skránna í 18 mánaðar nú, og tað hevur veruliga givið okkum eitt neyðugt rásarúm", sigur Fred Ruddick, bókari hjá G! Festival.

Tjalding útselt

Enn er møguleiki fyri at keypa sær atgongumerki til G! Festival, men á tjaldingarøkinum er fult, og tí er sølan av atgongumerkjum steðgað.

Annars hevur boðað frá, at G! Festival hevur koyrt uttan forðingar.

"Vit hava ongar seinkingar havt og trygdin hevur verið framúr", sigur ein nøgdur stjóri.


Lýsing Lýs her...