Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Húsar av nýggjum


Skrivað hevur Oliver Joensen 13.09.2017 - 13:56

Lýsing Lýs her...

Illa kann sigast annað enn at síðani Húsa kommuna er komin undir Klaksvíkar Kommunu hava borgararnir á Húsum upplivað at bygdin nærum er gjørd av nýggjum.

Kristoffer Olsen, leiðari á vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu sigur at á Húsum hevur Klaksvíkar Kommuna gjørt nógv arbeiði í summar.

Gamli bygdavegurin er í veruleikanum gjørdur heilt av nýggjum. Vegurin var sera vánaligur og hartil var vánaligt tilfar undir vegnum, so vit avgjørdu at grava alt upp og at koyra alt tilfari burtur og leggja nýtt tilfar í vegin.

Samstundis hava vit lagt nýggjar tekniskar installatiónir í vegin, tað vil siga vatnleiðingar, elveitingar og installatiónir til gøtuljósini.

Eisini hava vit gjørt innleggingar klárar fyri SEV, við at leggja rørleiðingar inn til hvørt hús, har fiburkaðal skal dragast ígjøgnum. Húsini, sum liggja upp til vegin, hava fingið nýggja vatnleiðing innlagda, eins og vit eigini hava gjørt eitt reinsiverk norðanfyri kirkjuna, har húsini eru bundin í og har vit fara at føra eina leiðing úr reinsiverkinum og út á streymasjógv. Vegadeildin hevur eisini staði fyri at seta upp eitt vatnreinsiverk.

Vit eru ikki lidnir enn á Húsum, sigur Kristoffer Olsen, leiðari á Vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu. Eitt nú hava vit eftir at leggja asfalt á bygdavegin. Vit hava fingið eitt tilboð inn um hetta og eg bíði faktiskt eftir at fáa grønt ljós frá hægri stað, so verður hetta gjørt. Nú er so langt útliðið, so møguliga leggja vit bert eitt lag á í ár, tí okkurt má gerast, so arbeiðið vit hava gjørt ikki partvís fer fyri einki av vetrinum. Men møguliga verður eisini alt asfaltarbeiðið gjørt. Støða er ikki tikin til tað í løtuni.

—-

Tað er onki at taka seg aftur í, at Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt nógv fyri bygdirnar í Kalsoynni, síðani hesar komu upp í Klaksvíkar Kommunu.

Í Mikladali er eisini sera nógv gjørt, og beint nú arbeiða tveir mans hjá kommununi við at gera eini gomul gróthús um til eitt snotuligt busskýli. Hetta stóð til niðurrívingar og ætlanin var at eitt av teim bláu bússkýlunum skuldu setast upp í staðin. Men tíbetur tók onkur um endan og gjørdi av at snotuliga gróthúsið á Kappanum, ella á Deild, sum tað eitur, har húsið stendur, skuldi gerast um til skýli. Tað sigst at gróthúsið hevur verið partur av hjállinum hjá Magnusi, beiggja Páll Fanga, og at tað var har at Páll Fangi fekk sær mæt, tá hann búði úti ó oyðini á sinni.

Lýsing Lýs her...