Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Hví sovorðin ágangur móti Høgna um fiskivinnunýskipanina?


Skrivað hevur Thormund Johannesen, Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc. 13.05.2017 - 06:28

Lýsing Lýs her...

Tað eru ikki Høgni ella núverandi samgonga, sum taka fiskirættindini frá reiðarunum, tí tað hevur samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, sum sat frá 2004 til 2008, longu gjørt

Men hví tók so samgongan frá 2004-2008 hetta víðgongda stig, at siga øll fiskirættindi upp?

Tað var neyvan fyri bara at gera onkrar smávegis justeringar, sum Fólkaflokkurin nú hevur hug at føra fram, tí um so var, høvdu teir valla tikið so víðgongt stig, sum at siga øll fiskirættindi upp.

Nei, tað er onki at taka seg aftur í, at tað serliga var loyvisskipanin, sum tá voldi politikarunum høvuðbrýggj, og at har skuldi finnast ein nýggjur leistur, at luta út fiskirættindi eftir. Tí blivu øll fiskirættindi søgd upp við galdandi freist.

At halda fram við somu loyvisskipan, er tí at halda Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin fyri tað turra spott. Teir sum fóru so harðliga til verka ímóti galdandi loyvisskipan, og uppsøgdu øll rættindi.

Uppgávan hjá Høgna, umboðandi einasta av stóru flokkunum, sum ikki var í samgonguni, ið segði fiskirættindini upp, er nú at fullføra teirra verk, at áseta eina nýggja og annarleiðis loyvisskipan.

Tað er tí sera undrunarvert, at Sambandsflokkurin og serliga Fólkaflokkurin nú ikki vilja viðvirka til eina nýggja og broytta loyvisskipan.

Teir, ið mannaður landsstýrið 2004-2008, sum segði øll fiskirættindi upp, vóru:

Jóannes Eidesgaard

Hans Pauli Strøm

Johan Dahl/Bjørn Kalsø

Bárður Nielsen/Magni Laksáfoss

Jógvan við Keldu/Jacob Vestergaard/Heðin Zachariasen

Jógvan á Lakjuni

Bjarni Djurholm

Av tí samgongu eru tað bara Javnarflokkurin og Poul Michelsen, sum tá umboðaði Fólkaflokkin, ið enn standa fast við avgerðina um eina nýggja loyvisskipan, meðan Sambandsflokkurin og serliga Fólkaflokkurin hava hug at draga í land.

Vóni tó, at allir politikarar eru so mikið at sær komnir, at teir handla víðskygt og ikki lata seg ávirka av grunnari populismu.

Lýsing Lýs her...