Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Hvurvu 50 mill kr.?


Skrivað hevur Andrass Skaalum 14.07.2017 - 06:50

Lýsing Lýs her...

Eg havi biðið um, at hetta verður kanna og greina.

Tann 13/07-2017 tekur Dan Klein á Oyggjatíðindum afturíaftur greinar sínar frá 13. og 15. August 2008, sum rør uppundir at “50 milliónir kr. Peningurin er mistur millum tveir stólar.”

Eg havi tí biðið um, at hetta verður tikið upp á komandi UR fundi, við tí endamáli at greiði fæst á øllum viðurskiftum í hesum.

At óvildug kanning verður sett í verk at greina hetta, við afturmelding (rapport) til UR, harundir løgfrøðiliga greining um hvørji stig eiga ella kunnu takast.

Slík viðurskifti eiga ikki hanga í leysum loftið, men greinast og greiðast, so øll viðurskifti eru opin og greið fyri øllum ognarunum.

Leinkja til greinina: http://www.oyggjatidindi.com/tryggingin+misti+50+millionir+a+guernsey.html

Úr greinini:

Í 2008 hendir nakað óvanligt, júst um somu tíð tá Oyggjatíðindi avdúkar Guernsey-ævintýrið, og blaðstjórin verður meldaður. Guernsey felagið hevur eitt tap uppá – ja, haldi tykkum fast, 50 milliónir kr. Peningurin er mistur millum tveir stólar.

Ongir upplýsingar finnast um hvat peningurin er brúktur til, hví hann er mistur, og hvat prosjekt talan var um,. .

Vónandi livst og spyrst.

** Opinleiki er tín besta trygging **

Tórshavn, tann 13. juli 2017

Andrass Skaalum

Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Lýsing Lýs her...