Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Í treiskni heldur Strandferðslan aftur -við eykatúrum slepst tó í Kalsoynna


Skrivað hevur Oliver Joensen 12.09.2017 - 20:55

Lýsing Lýs her...

Í dag klokkan 15.30 fór eg við Sam, tí eg skuldi í Kalsoynna at vísa gesti úr Íslandi okkara ferðafólkaperlu.

Í dag er ein av døgunum har Strandfaraskip Landsins halda, at tað loysir seg ikki at sigla í Kalsoynna kl. 10 fyrrapartin. Sostatt er bert ein túrur kl. 06.40 og 0800 á morgni og síðani ikki aftur fyrr enn kl. 15.30.

12. sepetmber er í dag og ein skuldi trú at nú var streymurin av útlendskum ferðafólkum av, men so var ikki. Fyri at tryggja okkum pláss fyri bilinum, fóru vit tíðliga á ferjuleguna, men hóast vit vóru har kl. 15.00, so vóru longu 12 bilar, og tað vísti seg tá avtornaði at tveir sluppu ikki við.

Bæði í Mikladali og á Trøllanesi vóru nógv fremmandafólk at síggja hóast ólagaligu ferðaætlanina.

Við Kópakonuna og á Trøllanesi prátaðu vit við fýra ung, tveir ungir menn úr Australia, ein ung kvinna úr Los Angeles og ein onnur úr Hálandi.

Kappaðist við kópakonuna

Kvinnurnar og menninir gjørdu nógv burturúr at taka myndir. Teir høvdu millum annað eina dronu við í bilinum, sum teir brúktu nógv, ímeðan kvinnurnar báðar høvdu gott eygað til kópakonan.

Ferðalagið hjá mær og ungu kvinnurnar vóru samstundis við Kópakonuna og varðisliga spurdi onnur okkum um vit høvdu nakað ímóti at hon stillaði eg við síðuna av Kópakonuni í síni svimjidragt. Tað søgdu vit sjálvandi nei til. Tá eg so spurdi um eg kundi taka eina mynd eisini til Norðlýsið, so var tað gaman í.

Soleiðis hevur mangt áhugavert verið at sæð kring Kópakonuna í summar, men enn er tó einki brúðarpar vígt á Stórakneysa

Lýsing Lýs her...