Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Ísak Simonsen vendi 0-1 til 2-1 seinastu løtuna


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 20.08.2017 - 17:53

Lýsing Lýs her...

Tá 88 minuttir vóru leiktir hevði KÍ takkað fyri seg í meistarastríðnum í ár og lá bara 3 stig frá 5. plássi. Men við tveimum málum frá viðoyinginum Ísak Simonsen kom KÍ aftur og vann 2-1.


Í góðveðrinum á Skála var Michal Przbylski aftur við frá byrjan, meðan tað á KÍ liðnum manglaðu leikbannaði Jonas F. Rasmussen og skaddi Jóannes K. Danielsen í mun til seinasta dyst. KÍ byrjaði í eini 3-5-2 leikskipan.


Deyðligur fyrri hálvleikur

Í fyrra hálvleiki byrjaði liðini varisliga. Onkur langskot frá KÍ vóru, men tá 20 minuttir vóru leiktir, kom Skála á odda. Michal Przbylski gjørdist knappliga fríður í vinstru síðu og hann skoraði umvegis stongina. 1-0 var hálvleiksstøðan, og tað var ikki óuppiborið, tí Skála leikararnir vóru raskir og hildu KÍ frá nøkrum stórum mál møguleikum.


KÍ sat á øllum síðsta hálva tíman

Í seinna hálvleiki royndi KÍ frá byrjan at seta seg á dystin, men hetta eydnaðist ikki rættiliga fyrstu løtuna. Tá ein hálvur tími var eftir, so byrjaði trýstið hjá KÍ at økjast. Í 68. minutti vildu allir KÍ áskoðarar hava brotsspark, tá Albert Adu fór um koll, men floytan tagdi. KÍ trýsti og trýsti og fleiri góðir møguleikar komu. Tá sá ikki út til at vera dagurin hjá teimum bláu, men so bragdaði seinastu løtuna. Ísak Simonsen javnaði við høgra beininum í 88. minutti og inni í yvirtíðini skallaði Jóannes Bjartalíð eitt innlegg uppá tvørs til Ísak Simonsen, sum aftur var ísakaldur, og so kókaði millum mongu KÍ áskoðararnar á Skála. Hesaferð helt leiðslan eisini og KÍ kundi tryggja sær trý sera týðandi stig. Bæði í mun til at halda seg inni í meistarastríðnum og at liggja væl fyri í mun til at koma út í Europa.


Kann sigurin fáa gongd í KÍ aftur?

Seinni hálvleikur á Skála var nakað av tí besta, sum KÍ hevur víst í longri tíð og liðið vísti yvirskot til at avgera alt seinastu løtuna. At spæla á Skála hevur altíð verið trupult fyri KÍ og hesin dysturin bleiv eisini trupul, hóast KÍ hevði sigurin uppibornan. Men eins og í fjør, so avgjørdi KÍ í yvirtíðini. Nú vil tíðin vísa, um hesin sigurin kann fáa gongd á aftur hjá KÍ, sum komandi trý umførini møtir 07 Vestur, ÍF og EB/Streymi, áðrenn leiðin gongur til Norðragøtu at vitja Víking, sum við sigri á B36 í dag staðfesti, at teir framvegis eru favorittar at endurvinna FM.   

Lýsing Lýs her...