Aleksandar Djordjevic nýggjur hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðinum

KÍ venjarin skal framyvir verða hjálparvenjari hjá
A-landsliðinum hjá kvinnum í fótbólti.



 



Tað er Jón Pauli Olsen, ið er landsliðsvenjari hjá kvinnu
landsliðinum. Frá nú av og til í desember 2014 verður tað Aleksandar Djordjevic,
ið skal vera hjálparvenjari hjá honum. Frammanundan var Ingun Hansen hjálparvenjari. 



 



Aleksandar hevur í nógv ár verið partur av besta kvinnuliðinum
hjá KÍ umframt, at hann hevur royndir frá mansfótbólti, har hann m.a. vandi besta liðið hjá KÍ
frá 2009-2011.