Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Jógvan Martin Olsen: Eitt sera ágangandi HB lið vinnur í Klaksvík sunnudagin


Skrivað hevur Jákup Ósá 19.05.2017 - 18:15

Lýsing Lýs her...

Sunnudagin er klassikarin KÍ-HB á skránni í Klaksvík. Undan dystinum eru 6 stig á muni millum liðini, men hetta er møguleikin hjá HB at veruliga spæla seg innaftur í oddastríðið. Og fyrrverandi Effovenjarin Jógvan Martin Olsen væntar eisini, at HB tekur alt í Klaksvík, tí svongdin og motivatónin er so stór. 

- Hetta er mest spennandi dysturin hetta umfarið. Um vit taka KÍ, so haldi eg, at KÍ arnir hava avrikað rættiliga væl í ár. Teir hava spælt kappingarárið skilagott í mun til, at tað skipaða fótóltsspælið er ikki so eyðsýnt fyrsta triðingin av árinum. Tað verður ein kanónstemningur rundan um vøllin. Tí í Klaksvík er eitt øgiliga gott stað at spæla og skapa ein góðan fótbóltsdyst, tí stemningurin rundan um vøllin er framúr góður. Kanska tann besti í Føroyum. Men KÍ fær ein øgiliga truplan dyst. HB arnir koma norður til Klaksvíkar og vita, at har eru 6 stig á muni í løtuni. Vinna teir dystin, so eru bara 3 stig á muni og tapa teir, so eru 9 stig á muni. Tað er ein øgiligur munur, tá tað kemur til, hvat fyri motivatión HB arnir hava í mun til tað avrikið, sum teir koma at leggja fyri dagin. Eg vænti, at HB arnir koma at vera øgiliga øgiliga ágangandi. Teir hava eisini øgiliga stolta siðvenju, sum leikararnir skulu stríðast fyri. Tí trúgvi eg, at tann siðvenjan og svongdin á HB liðnum kemur bara til sjóndar á vøllinum sunnudagin. So eg tippi 2-1 til HB, sigur Jógvan Martin Olsen i FSF varpinum hesaferð.

Niðanfyri kann alt FSF varpið síggjast.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=oOr_dRtDOFU]


Lýsing Lýs her...