Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Jóhan Mørkøre 70 ár


Skrivað hevur Heilsan 12.07.2017 - 23:40

Lýsing Lýs her...
Í dag fyllir mammubeiggi okkara, Jóhan Mørkøre 70 ár. Jóhan er sonur Erik og Berlinu Mørkøre og vaks upp á Selheyggi saman við sínum seks systkjum. Á Selheyggi hevði Jóhan góð barnaár, og har vóru mong børn at spæla við. Hetta var jú áðrenn barnagarðar komu, og nógv børn vóru í flestu húsum.

Jóhan fór hugaligur í fyrsta flokk og hevur bert góð minnir um skúlagongdina. Hann tók millumskúlaprógv í 1963. Omma plagdi at siga, at hon væntaði altíð, at Jóhan fór at blíva lærari, men so varð ikki. Av skúlabonki varð fyrst farið út á Dávavirkið at arbeiða, inntil hann fór fyrsta túr til skips, og tað var við Kletti í 1966, sum Levi Joensen átti og førdi. Hetta var fyrsta skip í Klaksvík, sum hevði kraftblokk. Hesa tíðina skifti Klettur ímillum at fiska við línu og nót. Har sigldi hann við í trý ár, inntil hann fór við nýggja og stásiliga hekkutrolaranum hjá Laksfoss brøðrunum, Stellu Kristinu, í 1969, sum fór eystur í Barentshavið. Jóhan tók skiparaprógv í 1971, og tað var tann fyrsti flokkurin, sum gekk í Skiparaskúlanum á Garðavegi. Í 1975 fór hann við Christian í Grótinum, sum varð bygdur á Skála, sum javnaldurin og gamli fólkaskúla floksfelagin Kristian Martin Rasmussen átti og førdi. Vit børn minnast serliga Jóhan fyri stórar og forkunnugar jólagávur, tá ið hann sigldi úti.

Eftir 13 ár við Christian í Grótinum fór Jóhan upp á land í 1988 og byrjaði at arbeiða sum arbeiðsformaður á laksavirki, sum Trygvi Laksfoss átti. Hetta laksavirkið fór ígjøgnum ymiskar eigarar. Í 2002 varð eitt stórt og framkomið laksakryvjivirki bygt av East Salmon og Faroe Salmon. Har var Jóhan eisini arbeiðsformaður, líka inn til virkið steðgaði vegna ILA í 2005. Árið eftir opnaði virkið aftur undir Bakkafrost, og Jóhan helt fram sum arbeiðsformaður, inntil virksemið varð niðurlagt og flutt út á Glyvrar í 2016. Tá var Jóhan blivin pensionistur, men hann arbeiðir nú á nýggja og framkonma virkinum á Glyvrum, tó niðursetta tíð. So sigast má, at Jóhan hevur havt eina spennandi yrkisleið, har nógv slógbrótandi virksemi hevur verið partur av hansara arbeiðlívi.

Jóhan er ein stillførur og siðiligur maður. Hann er sera álitisvekjandi og væl lýddur. Nú Jóhan fyllir 70 ár er hann burturstaddur. Vit ynskja honum hjartaliga til lukku og ein góðan dag.
Lýsing Lýs her...