Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Jólasølan á Verkstaðnum á Brekku


Skrivað hevur Oliver Joensen 10.11.2017 - 14:31

Lýsing Lýs her...


Leygardagin í komandi viku, leygardagin 18. november, skipar Verkstaið á Brekku fyri árligu jólasøluni av lutum, sum fólkini á Verkstaðnum hava evnað til.

Umleið 35 fólk, sum øll hava skerdan arbeiðsførleika, orsakað av menningartarni ella øðrum avmarkingum, arbeiða á verkstaðnum. Arbeiðið er skipað í mun til førleikarnar hjá einstøku arbeiðsfólkunum. 11 starvsfólk taka sær av teimum. Hesi arbeiða tó ikki fulla tíð.

“Ymiskt er hvussu hesi f´lkini eru fyri. Nøkur eru sum skulu hava hjálp til næstan alt, meðan onnur eru rættuliga sjálvbjargin”, sigur Poulina Johannesen, leiðari. Hon heldur tó at hendan samansetingin av ymiskleikanum riggar væl.

Norðlýsið var í dag og vitjaði á Verkstaðnum á Brekku.

Góðtendur plattaverkstaður

Í niðaru hæddini er Træverkstaðurin, har millum annað plattar til fiskavirkini verða smíðaðir. Hetta er ein sergrein, sum Verkstaðið hevur spesialiserað seg í, og tey, sum arbeiða her og hava frálæruna her eru ikki sørt stolt av, at plattaframleiðslan er góðkend av Umhvørvisstovuni. Vanliga liggur dagliga framleiðslan á plattaverkstaðnum um 40 plattar, Men teir hava framleitt 80 pattar í ein dag, tá mest hevur verið gjørt. Tað eru fiskavirki, ið keypa plattar frá Varda Verkstaðnum.

Men Træverkstaðurin framleiðir nógv annað, eitt nú teir smáu Føroya Bjór kassarnir og ymiskar træfigurar, sum tey kreativu fólkini á stovninum, síðani mála og pynta til søluna.

Í ovaru hæddini eru fólk, sum tekna, binda, brodera o.s.fr. Sigast má, at her er sera hufarsligt at vitja, tí fólkini eru sera aktiv, blíð og fyrikomandi og ikki minst fært tú onkrar stuttligar viðmerkingar og onkran skelli látur á vitjanini.

Hóast nógv verður framleitt á Verkstaðnum á Brekku, so er høvuðsendamálið við verkstaðnum ikki framleiðsla og søla.

“Okkara fremsta endamál er at halda hesi fólkini virkin og royna at menna tey,” sigur Poulina Johannesen.

Tá vit vitjaðu í dag, komu vit beint í eina roynd við brandskipanini í húsinum. Ávaringarskipanin ýldi í húsinum og vit fóru øll útum. Men her var tí betur ongin eldur ella annað áfatt, so skjótt bleiv avblást og tey kundu fara aftur til arbeiðis at fyrireika alt tað ymiska, sum skal á Jólaútsøluna leygardagin í komandi viku.

Lýsing Lýs her...