Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Jubii-kjakið í Kringvarpinum - aftur eitt fagnaðarshow


Skrivað hevur Bjarni Djurholm 17.09.2017 - 18:41

Lýsing Lýs her...

KvF-kjakið týskvøldið, sum vertinnan innleiddi við ein reypirundu, var kanska tað mest avdúkandi seinastu tíðina, sum samgongumiðilin hevur borðreitt við, har pallsetta triumviratið slapp at profilera seg uttan líkinda hvassar og avdúkandi spurningar

Løgmaður byrjaði við at “avdúka”, at aftaná 8 ár við undirskoti á fíggjarlógini, hevði sosialistiska samgongan eftir einum ári vent undirskotinum til 158 mio kr í yvirkoti.

Minti ikki sørt um propaganda-tíðindaflutningin hjá KCTV (norðurkoreanska svf), har myndin aftanvert triumviratið vóru gnisandi floksformenn, allir tríggir Kimarnir – Sung, Il og Un.

Eingir avdúkandi spurningur frá vertinnuni, ber ryggklappan, varpað til hyggjararnar.

Heldur eingin viðmerking um, at Aksel V. Johannesen legði fyri Løgtingið fíggjarlóg í 2011 við undirskoti uppá meira enn ½ milliard krónur, sum borgarliga samgongan síðani átti upptøkuna av.

Lyftisbrotini

At fíggjarlógarhallið mestsum hevði verið burtur í 2015, var Viðareiðistunnilin ikki framskundaður, og vaks um yvirskotið í 2016, var burturtagt – bleiv bara til sjálvrós hjá løgmanni.

Eingin viðmerking um, at flatskatturin skuldi avtakast sum tað fyrsta og forskattingin av pensiónunum rullast aftur.

Góða gongdin frá 2011 til 2015 varð av táverandi andstøðu skýrd at vera følsk, at undirskotið reelt skuldi vera 300 mio kr størri. Nú hoyrist ikki eitt kis, forskattingin verður roknað uppí reypið – og eingin kritisk viðmerking.

Heldur eingin spurningur um, hví sosialistiska samgongan breyt hesi lyftini, men ístaðin hevur hildið fram við borgarliga politikkinum, burtursæð frá, at almennu útreiðslurnar við útgjaring eru bólgnaðar við ½ milliard, pengar tiknir inn frá vinnu og borgarum.

Bara reyp – eingir kritiskir spurningar.

Runnið undan og ótrúliga errin

So var tað fiskimálaráðharrin, sum boðaði frá, at reypað bleiv minni, men sosialistiska gongan hevði framt tað mesta nakrantíð í nýggjari tíð – at hann var ótrúliga errin.

Sum vant slapp hann at manipulera.

Eingin hvassur spurningur um avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanini. Vertinnan helt eisini, at vinnan var skítfull av peningi (beinleiðis sitat).

Landsstýrismaðurin slapp sum vant at tosa uttanum, at villeiða um, hvussu fiskivinnan fer at mennast – uttan so mikið sum at fáa ein viðkomandi spurning um, hvat hann meinti við.

At sami landsstýrismaður ikki hevur gjørt nógv annað enn at runnið undan ábyrgdini síðani hann fór í landsstýrið – tað eru jú altíð hini, sum hava feilin, var slettis ikki tikið uppá tungu. Ólógliga flytanin av veiðiloyvum varð ikki umrødd við einum orði við samtaluborðið.

Fram- ella aftursøgn?

Og so var tað framsóknarkvinnan. Har var so eiðasørt. Bjellaði okkurt um ordiliga nógv virksemi á uttanríkisøkinum, um allar handilssáttmálarnar – um allar fuglarnar á takinum.

At landsstýrismaðurin var ordiliga virkin – Suðurkorea, Kina og Japan, fyri ikki at tala um Norðurlandaráðið og Russland, ja tað var arbeitt øgiliga nógv. Og so var tað mentanin, filmirnir og so fiskivinnunýskipanin, sum fer at gera nógv gott .....???

To do listin hjá vertinnuni

Flestu grønu flugubeinini á avrikslistanum áttu at vera reyðir krossar. Men tað bar ikki til, tí so hevði speril komið í marknaðarføringini hjá samgongumiðlinum.

Skattalættin til lág- og miðallønt var fyrireikaður av undanfarnu samgongu, men orsakað av varna politikinum, so varð bíðað við lættanum til javnvág var á fíggjarlógini. Í 2016 var stundin komin, og atkvøddi eitt samfelt Løgting fyri skattalættanum, sum var fyrireikaður av samgonguni frammanundan.

Fólkavøksturin eigur verandi samgonga ongan lut í. Tað var longu í 2012-2013, at fólkavøksturin veruliga tók dik á seg, og er vøksturin bara framhald av góðu gongdini farnu árini.

Menningarætlanin fyri heilsuverkið bleiv ikki annað enn ein superstjóri afturat teimum trimum, sum sótu áðrenn – tann bera glansmynd.

Og so var tað grøna orkan, hvat snúði tað seg um? SEV hevur fyrireikað umlegging síðani 2007, tá elveitingarlógin bleiv samtykt, longri er tann søgan ikki og orkupolitikkir vóru samtyktir, meðan Tjóðveldi sat í andstøðu, so eisini har var talan um læntar fjaðrar.

Alt hitt í profileringskjakinum vóru tær beru sjálvfylgiheitir – uppiísnakk.

Catwalk

Men nú verður tað, kundi løgmaður so avdúka. At halda fast í politiska gluggapyntinum og fyri at káva útyvir politisku ómegdina, fer landsstýrið at oysa óliðug uppskot i Løgtingið – fiskivinnureformurin, har gamblað verður við høvuðsvinnuni, saman við pensiónsskipan og stjórnarskipan. Stórmál, sum slettis ikki er semja um, hvørki í samgongu ella millum flokkar annars, verða nú slett úr landsstýrinum, bert fyri at sýnast av nøkrum, sum eitt eiti og catwalk at røkka to do kekk-listanum hjá KvF.

Har er snøgt sagt einki fantilsi á. Men hetta verða tey sjálvsagt heldur ikki konfronterað við.

Marknaðarføring

Áhaldandi almenna miðla-marknaðarføringin av samgonguni, hóast hon man vera mest ússaliga politiska konstellatiónin síðani 1985 til 1989, er óskiljandi.

Eingin at sær komin miðil í okkara grannalondum hevði sloppið sitandi valdshavum einsamallar á skýggjan at róst sær sjálvum, uttan at hetta fekk avleiðingar.

Øllum kunnugt er eingin neutralur – tað er ein illusión at halda tað.

Sama er sjálvsagt galdandi fyri tíðindafólk. Men eitt so ódult skerflatni, sum vertinnan og hennara miðil avdúka í síni politisku gerandismiðling, er vissuliga átaluvert.

Hetta var so fyrsta politiska fagnaðar-showið, við nýggja KvF-stjóranum.

Har var so einki nýtt undir sólini. Sera áhugavert má sigast.

Lýsing Lýs her...