Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Kallanes brúkiligan túr í Holinum


Skrivað hevur Oliver Joensen 19.05.2017 - 12:03

Lýsing Lýs her...

 Fyri løtu síðani kom Kallanes aftur av einum línutúri eystanfyri. Árni Zachariassen, skipari á Kallanes sigur, at tað gekk eitt sindur illa hendan túrin við tí tekniska, tí tá teir høvdu sett og løgdu aftur á at draga, tá gekk ein kobling til spælið fyri, soleiðis at vit vóru noyddir at sigla allan vegin frá Holinum og inn á Árnafjørð at fáa handverkara frá Pomek at loysa trupulleikan. Tá vit so komu út aftur til línuna og byrjaðu at draga, var væl á, men um skýming í gjárkvøldið byrjaði trupulleikin við ormi og tá vit drógu seinastu stamparnir vóru næstan bert skrokkar á línuni. Ikki minni enn 2000 pund fóru út aftur, tí tað var totalt ormetið. Men túrurin bleiv tó brúkiligur.

Lýsing Lýs her...