Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



KÍ endaði á 2. plássi


Skrivað hevur Jákup Ósá 21.10.2017 - 18:06

Lýsing Lýs her...

Liðini áttu hvør sín hálvleik í keðiligum líkindum, men samanlagt var sigurin hjá KÍ uppiborin móti NSÍ.


Í fyrra hálvleiki kom KÍ á odda 2-0 við málum frá Albert Adu og Páll A. Klettskarð. Í seinna hálvleiki minkaði Árni Frederiksberg um munin, meðan Jóannes Bjartalíð staðfesti sigurin um miðjan seinna hálvleik. KÍ hevði yvirvág í møguleikum í fyrra hálvleiki og NSÍ í seinna hálvleiki. Samanlagt var tað tó ikki óuppiborið, at KÍ vann dystin, sum var merktur av nógvum vindi og regni, og tí sóu vit sjáldan gott fótbóltsspæl, hóast liðini royndu at leggja nógv fyri frameftir vøllinum.  

Lýsing Lýs her...