Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



KÍ hevur einans ein heimavøll


Skrivað hevur John William Joensen, kí-ari 18.05.2017 - 12:48

Lýsing Lýs her...

Gjárkvøldi læs eg tíðindi á nordlysid.fo at KÍ nú hevði valt Gundadal, sum heimavøll hjá KÍ í altjóða kapping. Høvuðsvenjari KÍ´s grundgav fyri hesum við at siga at ”vit trívast og avrika væl á ovaravølli í Gundadali”.

Lat meg fyrst gera greitt, at eg havi stóra virðing fyri KÍ venjaranum og leiðsluni í KÍ. Men avgerðin at gera Gundadal til heimavøll er óskiljandi.

KÍ hevur bara ein heimavøll og tað er Djúpumýra. Av tí at hann ikki lúkar krøv, sum UEFA ásetur, hevur KÍ altíð leikt sínar dystir á Svangaskarið.

Svangaskarður hevður verið okkara heimavøllur, síðan vit fóru uppí altjóða fótbólt og hvør minnist ikki fyrsta sigurin hjá Føroyum í Evropa Cup, tá KÍ vann á Ísraelsku meistarunum á Svangaskari og Olgar Danielsen setti føroyskt met við at skora "hattrick".

At KÍ trívast best í Gundadali er tað reina vrøvl. KÍ hevur eina sál, ein identitet, sum er sprottin úr siðvenjum, sum hava røtur heilt aftur til fyrstu tíðina tá byrjað var við bóltspølum millum Klakk og Kjøl. Hetta er ikki nakað man kann røra við ella broyta, sum ein sjálvur finnur fyri best.

Tað tykist mær, sum at avgerðin er tikin av KÍ venjaranum einsamøllum og eg skilji eisini væl at hann ”trívist betur”í Gundadali, sum hevur verið karmur um fótbólts yrkisleiðina hjá honum.

Eg ynski sjálvandi KÍ leikarum, leiðslu og venjara alt tað best, men eg haldi at avgerðin er skeiv og sera óheppin fyri KÍ.

John William Joensen,

kíari

Lýsing Lýs her...